12/31/17

Ársins Plátur 2017


Ársins síðsti bloggur á ársins síðsta degi snýr seg um ársins plátur! Aftur hesuferð er talan um ein subjektivan og selektivan lista yvir tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið.
20 plátur komu uppí part hesuferð. Eitt ár, ið m.a. var eyðkent av góðum "comeback" plátum, umframt at onkur góð debut eisini gjørdi seg galdandi. Spotify playlisti er viðfestur niðast.

Hesin bloggurin um ársins plátur gjørdist forrestin lopfjøl til útvarpssamrøðuna "Tónleikaárið 2017: hipp hopp hevur yvirhálað rokk".

Björk: Utopia 
Við 14 sangum og 71 minuttum er hetta longsta Björk pláta nakrantíð. Eisini fellur henda útgávan greitt í seinnu bólkingina, um vit eina løtu góðtaka, at tað groft sagt finnast tvinni sløg av Björk: popp Björk (1993-2004) og avantgarde Björk (2004-). Hóast eg innast inni veit til fulnar, at Björk altíð hevur umboðað eina upploysn av markinum millum popp og avantgarde. Utopia er hennara kærleikshugaða aftursvar til hina framúrskarandi hjartasorgsplátuna Vulnicura (2015). Hesuferð er huglagið meira bjartskygt og utopiskt. Vulnicura legði dent á strúkarar, meðan Utopia leggur dent á andadrátt: floytur, kvinnurkór og samplaður fuglalátur úr Latínamerika eru partar av hugtakandi ljóðmyndini, ið Björk og Arca hava framleitt í felag. Her er nógv at tyggja uppá.

The Flaming Lips: Oczy Mlody
Psykedelisku kongarnir í The Flaming Lips lótu sína fjúrtandu plátu úr hondum í januar 2017. Hetta er ein hin mest undirspælda Lips plátan í langa tíð. Hon telist millum tær, ið eg havi lurtað mest eftir í ár. Um The Soft Bulletin (1999), Yoshimi Battles The Pink Robots (2002) og At War With The Mystics (2006) vóru eitt slag av tríverki, so ber til at skýra Embryonic (2009), The Terror (2013) og Oczy Mlody sum eitt tríverk fyri seg. Hetta er leitandi og ambientur tónleikur við eyka denti á elektroniskan klangbotn. Miley Cyrus er gestur á síðsta sanginum 'We a Famly', og tað riggar óvæntað væl. Á playlistanum havi eg kortini viðfest 'There Should Be Unicorns', har surrealistiski skemtarin/tónleikarin Reggie Watts er gestur.

Charlotte Gainsbourg: Rest
Charlotte Gainsbourg hevur leingi markerað seg sum sjónleikari í serflokki, men tónleikaliga hevur hon staðið eitt sindur í skugganum av mikið navnframa pápanum Serge Gainsbourg og mammuni Jane Birkin. Tað er ikki fyrrenn á hesi útgávuni, at hon veruliga traðkar í karakter sum sangari og tónleikari. Tónlistaligu starvsfelagarnir á plátuni eru SebAstian (hann sjálvur frá Ed Banger døgunum), Guy Manuel de-Homem Christo úr Daft Punk, Paul McCartney, Connan Mockasin og Owen Pallett, so hetta er ikki bara hissini. Elektroniskt indie disco við dygd og dýpd.

Godspeed You! Black Emperor: Luciferian Towers
Eisini ein gamal kenningur. Fyri fimm árum síðani var óvist, um Godspeed nakrantíð fóru at koma saman aftur. Tá vóru tað 10 ár síðani, at bólkurin hevði latið nakra útgávu úr hondum, men so brádliga fóru tey aftur "on the road", og nú eru tríggjar útgávur útkomnar hesi síðstu fimm árini. Tað skal ein líka venja seg við, men tað er sanniliga eisini at fegnast um. Tónleikurin hjá Godspeed leggur seg í kompromisleysa spennið millum hásong og harmasong. Hesuferð eru vit nærri hásonginum, men alt er framt við einum apokalyptiskum undirtóna. Tað er eisini soleiðis, at GY!BE roynast best.

Grandaddy: Last Place
Gomlu kenningarnir í Grandaddy gjørdu comeback eftir 11 ára útgávusteðg. Teir byrja aftur júst har teir sleptu við sínum eyðkent kaliforniska slacker synthesizer indie rokki. Í so máta brýtur Last Place ikki upp úr nýggjum, men onkuntíð er tað bara gott at hoyra aftur frá einum gomlum vini. Plátan fekk eitt syrgiligt eftirmæli, tá bassleikarin Kevin Garcia andaðist í mai mánaði, 41 ára gamal. Eftir hetta avlýsti bólkurin allar sínar konsertir. Vit sóu Grandaddy live í Malmö fyri nøkrum árum síðani. Tað var ein frálík konsert. Nú tykist tað óvist hvussu tað verður við framtíðini hjá bólkinum, men allar súðir eru ikki syftar enn. Vit fáa at síggja. Takk fyri Last Place.

Kendrick Lamar: DAMN.
2. jólakvøld diskaði eg í Sirkus í Vágsbotni. Sprenfult av dansandi fólki. Eg spældi einar tveir sangir av hesi plátuni, og eg fekk gásarhold báðu ferðirnar, tí reaktiónin í rúminum var snøgt sagt elektrisk. Hetta er eisini rapp tónleikur við ófatiligum momentum. Hipp hopp hevur mikið góðar dagar, og kortini er Kendrick Lamar í eini deild fyri seg. Tekstirnir eru bítandi tilvitaðir um politiskt, samfelagsligt og sosialt órættvísi. Um sagt verður at To Pimp A Butterfly (2015) tók tónlistaligt støði í jassi, so ber til at siga, at DAMN. tekur tónlistaligt støði í soul. DAMN. er triðja Kendrick plettskotið á rað, og tað er í lagi at bæði plátuheitið og sangheiti eru skrivaði við CAPS LOCK.  Eg fegnist eisini um, at besti rapparin í okkara tíð samstarvar við ein tann besta rokkbólkin nakrantíð (sí niðanfyri).

LCD Soundsystem: american dream
Um DAMN. er at fata sum ein viðmerking til okkara tíð, so er fyrsta LCD plátan í fimm ár tað sanniliga eisini. Tað er okkurt sjáldsamt við at hoyra tónleik, ið er so gjøgnumført drivin og dansigólvsstílaður, og samstundis hevur eitt so dapurt tematiskt og tekstligt útsýni. Húsin er sjáldsama einkisigandi, og har er eisini ein ávís atfinning í hesum. Amerikanski dreymurin hevur kanska ongantíð sæð so útholaður og innantómur út sum júst nú. Eins og á undanfarnu útgávunum heinta LCD tónlistaligan íblástur úr krautrock og Berlin tríverkinum hjá David Bowie. Hetta klæðir teimum enn sum áður væl, og alt er framt við fynd og dugnaskapi. LCD Soundsystem og DFA Records umboða ein heilt serstakan elektroniskan estetikk, og tað er gleðiligt, at fáa tey aftur í aftur.

Linda Perhacs: I'm A Harmony
Amerikanska sangarinnan Linda Perhacs gjørdi comeback í 2014 aftaná 44 ára útgávusteðg (!) Heilt afturi í 1970 debuteraði hon við frálíku psykedelisku folk plátuni Parallelograms, ið var framleidd í samstarvi við filmstónaskaldið Leonard Rosenman. Útgávan fekk upprunaliga eina keðiliga lagnu og hvarv av plátuhyllunum í fleiri áratíggju. Perhacs legði tónleikin afturum seg, og hon helt fram við starvinum sum tannrøktari (!!) Við árunum fekk Parallelograms tó kultstatus. Í 1998 var hon á fyrsta sinni endurútgivin, og ansurin vaks í hvørjum. Í 2014 var tíðin loksins búgvin til, at Perhacs kundi koma við síni aðru útgávu nevnd The Soul of All Natural Things. Tá var Perhacs 71 ára gomul. Í samband við tað útgávuna vóru vit á Jazzhouse í Keypmannahavn og lurtaðu eftir Lindu Perhacs við bólki. Tað var serstakt og vakurt at uppliva. Nú er Perhacs komin við síni triðju útgávu, og tað er okkurt grundleggjandi lívsjáttandi við hesum, at Perhacs eftir fleiri áratíggju í gloymsku aftur er ein reguligur "recording artist". Ein, ið gevur plátur úr við jøvnum millumbilum. I'm A Harmony er ein deiliga fríð og huglagsrík útgáva.

Lindstrøm: It's Alright Between Us As It Is
Havi leingi havt tokkað til norska space disco framleiðaran Lindstrøm. Hann er tónlistaliga í familju við somuleiðis norska Todd Terje, men leggur í mun til Terje eina eyka áherðslu á tað kosmiska. Hetta klæðir tónleikinum væl. Mín yndisútgáva er framvegis Where You Go I Go Too (2008) og Christabelle samstarvið Real Life Is No Cool (2009). Nýggja útgávan er tó bæði solid og eftirfarandi úr enda í annan. Gestasongur frá Frida Sundemo, Grace Hall og Jenny Hval ríkar um samlaðu myndina. Lindstrøm í essinum.

Porter Ricks: Anguilla Electrica
Týska dub techno duo'in Porter Ricks kom aftur í aftur í ár eftir 18 ára útgávusteðg. Tað eru teir báðir Thomas Köner og Andy Mellwig, ið manna bólkin. Teir byrjaðu at gera tónleik saman miðskeiðis í 90árunum og útgóvu fleiri løg á týðandi Berlin plátufelagnum Basic Channel/Chain Reaction og eisini á Mille Plateaux. Anguilla Electrica er bert onnur plátan hjá bólkinum. Hin fyrra, Biokinetics frá 1996, verður mett at vera ein hin besta plátan innan dub techno sjangruna. Á nýggju plátuni tykjast ljóðini eitt sindur meiggjaði saman, og hetta skal skiljast á best hugsandi hátt. Ein támur dámur er yvir øllum, og kortini er útgávan sera stíltilvitað og ljóðsnigivin niður í minsta smálutin. Góður stílur.

Roger Waters: Is This The Life We Really Want?
Eitt hitt størsta knarrið í nútíðar populertónleiki vendi aftur í ár (og nei, her verður ikki sipað til Morrissey). Eg eri ikki fjeppari av fýrakantaðu og ofta kynisku meiningum hjá Waters, men tónleikaliga er hann í lagi. Hansara kynisma riggar onkursvegna í tónleikaligum hami, tá timingin altso er tann rætta. Tað kann ein siga at hon er fyri tíðina við Brexit, Trump og flóttakreppu. Hetta er fyrsta soloplátan hjá manninum í 25 ár. Nigel Godrich hevur framleitt. Tað er eitthvørt dámligt við tí. Pink Floyd hittir Radiohead, Beck (a la Sea Change) og góða gamla Serge Gainsbourg, hvørs vátu strúkarar og skróvturru trummur á Histoire de Melody Nelson (1971) ganga aftur sum íblástrarkelda. Og so er heldur ikki spart uppá synthesizer klangirnar. Ein tónlistalig sameining, ið ein kann finna seg í.

Sampha: Process
29 ára gamli Sampha Sisay er føddur og búsitandi í London. Eg legði av fyrstan tíð merki til hann á Solange lagnum 'Don't Touch My Hair' frá 2016. Hann hevur eisini eyðmerkt seg við eini røð av gestaluttøkum (Kanye West, Solange, Drake v.fl.). Í ár kom so debut plátan í egnum navni, nevnd Process. Hon leggur mikið væl frá landi við einum egnum blandi av elektroniskum soul/r'n'b. Útgivin á mikið hippa Young Turks plátufelagnum og fekk ársins Mercury Prize. Ein vøkur og persónlig pláta, ið torir at tosa greitt um sorg og deyða, men eisini um ljós og kærleika.

Slowdive: Slowdive
Ársins comeback á plátu og millum tær eg havi lurtað mest eftir í ár. Tað eru 22 ár síðani, at shoegaze hetjurnar í Slowdive seinast góvu plátu út (Pygmalion í 1995). Í 2013 komu slóðararnir í My Bloody Valentine aftur í aftur við teirri frálíku mbv, og í ár áttu Slowdive tørn við nýggjari plátuútgávu. Hetta eru v.ø.o. góðar tíðir at fjeppast uppi í shoegaze bylgjuni, ið upprunaliga sveipti Stórabretland fyri 20-25 árum síðani. Sjálvnevnda Slowdive er ein effektiv og vælljóðandi dagføring av ljóðinum hjá Slowdive, og tekur seg tilsamans út sum ein mikið vøkur, huglagsrík og lekkurt sveimandi pláta. Tummil upp.

Songhoy Blues: Résistance
Songhoy Blues spældu bestu konsertina á føroyskari grund í 2016. Hetta var fríggjakvøld á G! Festival sama ár. Bólkurin er av songhoy fólkinum í Mali, og teir spæla eina bergtakandi útgávu av vesturafrikanskum oyðimarkar blues. Ikki ólíkt Tinariwen og Bombino, ið vitjaði G! Festival í ár. Sykliskt, rútmiskt og dragandi. Í mun til debutina Music in Exile (2015) inniheldur nýggja plátan blásarar og synthesizarar afturat gittar/bass/trummu grundini. Hetta klæðir teimum avbera væl, og leiðir tankarnar til slóðandi 70ára nøvn sum nigeriansku Fela Kuti og William Onyeabor og kamerunska Manu Dibango. Frálíkt!

Son of Fortune: Son of Fortune
Benjamin Petersen vendir her aftur til power trio formatið, ið upprunaliga var at hoyra á Ghost With Skin (Tutl, 2013). Hesuferð undir nýggjum navni og við føroyskum tekstum eftir Jóanes Nielsen, Petur Pólson og Benjamin sjálvan. Mikael Blak og Jan Rúni Poulsen leggja botnin saman við Benjamini. Fred Ruddick tók upp og miksaði. Tónleikurin tekur skap í spenninum millum treytaleysan riff rokk og yndisligt lagasmíð. Hetta spennið er býtt upp í tveir helmingar á síðu A og B á plátuni. Síða A er tann meira sveimandi, meðan síðan B er tann meira ágangandi. Eftir mínum tykki besta føroyska plátan í 2017.

Third Culture Kings: Is That Light You Carry?
Duo mannað av føroyska útisetanum og heimsborgaranum Jan Johansen (Glorybox, Ring Them Bells) og amerikanska Alap Momin (dälek, MRC Riddims). Báðir eru gamlir í garði innan tónleik og hava túrað kring heimin tvey tey seinastu áratíggjuni. Heitið á bólkinum er eitt spæl uppá hugtakið "third culture kid". Báðir eru teir nevniliga komnir úr einari mentan, og eru búsettir í eini nýggjari mentan. Hetta globala og mentanarliga víðskygda útsýnið gongur aftur á plátuni. Tónleikurin á Is That Light You Carry? er nevniliga ein serstøk samanseting av shoegaze og club tónleiki, ið ikki leggur nógv í sjangrumørk og avmarkingar annars. Havi lisið meg fram til at alt á plátuni er innspælt og framleitt á iPhones (!) Tað er hugtakandi og eisini rættiliga imponerandi. Vert at tjekka út.

U2: Songs of Experience
Fjúrtanda U2 plátan er eitt fylgisverk, ið hongur tónleikaliga og tematiskt saman við teirri undanfarnu Songs of Innocence (2014). Er ein fjeppari av U2, so er nógv at fara eftir her. Havi lurtað nógv eftir hesi plátuni síðani hon kom út 1. des. Fyri at sitera mítt egna ummæli: "Orð og hugtøk, ið eg havi skrivað niður meðan eg havi lurtað eftir Songs of Experience: orkumikið, dynamiskt, livandi, fimt, lætt á fótum, inniligt, vakurt, popput, átroðkandi. [...] At lurta eftir Songs of Experience er eitt sindur sum at hyggja eftir The Last Jedi, áttanda filminum í Star Wars sagaini. Nógv kend temu og motiv, ið ganga aftur, men tey eru kveikt og sett saman av nýggjum! Takk fyri meg."

Úlfur Eldjárn: The Aristokrasia Project
Ein sera dámlig og hugtakandi konseptpláta eftir íslendska tónaskaldið og tónleikaran Úlfur Eldjárn (m.a. kendur frá Apparat Organ Quartet). Sjálvur umrøður Eldjárn plátuna sum eina "retro-futuristiska konseptplátu" um rúmdarferðing, tøkni, vitlíki, horvin utopia og framtíðina hjá mannaættini. Tónlistarliga er talan um eina hugfangandi samanrenning millum eldri analogan synthesizer tónleik og filmiskar strúkaraútsetingar við klassiskari instrumentering. Havi skrivað meira um útgávuna her.

The War on Drugs: A Deeper Understanding
Kanska ársins besta rokkútgáva. Plátan er uppfylgjari og framhald av Lost In The Dream (2014). Lurtaði nógv eftir teirri plátuni, og hendan er kanska uppaftur betri. Adam Granduciel er oddamaður, framleiðari og gittarleikari í bólkinum, ið telir seks manns og heitið á plátuni er passandi. Granduciel og starvsfelagarnir arbeiða varliga fram ímóti eini djúpari fatan av tí heila. Tilsipingarnar eru heartland rokkur a la Bruce Springsteen og Bob Dylan miðskeiðis 80árunum við fitt av ambientum ljóðlandsløgum afturat. Undir øllum býr ein drívandi, flótandi motorik pulsur. Gittarsolo'ir eiga sítt sjálvsagda pláss og synthesizaraklangir sleppa at seta sín dám á tað heila. Sum at koyra eftir landavegnum í einum pastell littum sólsetri við rútinum niðri. Frálíkt.

Wolves In The Throne Room: Thrice Woven
Ambient black metal kongarnir úr Wolves In The Throne Room vendur aftur í heyst við Thrice Woven, ið er sætta útgávan hjá bólkinum. Hetta er fyrsta black metal pláta hjá bólkinum síðani hina meistarligu Celestial Lineage frá 2011. Í 2014 kom Celestite, men tað var ein reindyrka ambient/drone pláta og fylgisverk til Celestial Lineage. Eg havi miklan tokka til Wolves In The Throne Room og teirra gjøgnumførdu útgávu av ambientum black metal. Bólkurin hevur sítt upphav í skógunum og fjøllunum í statinum Washington í útnyrðings-USA. Hetta upphav gongur aftur á fleiri enn ein hátt í tónleikinum hjá bólkinum. Havi sæð teir live tríggjar ferðir, og vónandi verður eitt høvi aftur skjótt! Nýggja útgávan er eitt sindur back to basics og eisini eitt sindur aggressivari og meira ágangandi enn summar av undanfarnu útgávunum. WITTR eru stutt sagt sera væl afturkomnir!

Eisini verdar at nevna:
Actress: AZD, Bob Dylan: Triplicate, Caterina Barbieri: Patterns of Consciousness, Depeche Mode: Spirit, Foxygen: Hang, Gorillaz: Humans, The Jesus and Mary Chain: Damage and Joy, Kelela: Take Me Apart, King Krule: Dum Surfer, Kyle Dixon & Michael Stein: Stranger Things 2 OST, Laurel Halo: Dust, Lorde: Melodrama, Mogwai: Every Country's Sun, Mura Masa: Mura Masa, Ride: Weather Diaries, Sevdaliza: Ison, Sharon Jones & The Dap-Kings: Soul of A Woman, Solbrud: Vemod, Sóley: Endless Summer.

Hoyr áðurnevndu útvarpssamrøðuna her.

12/24/17

Jólagreat 24. des.


Vit enda í heimligum høpi. Kassettubandið Jólagleðin við croonaranum Alex Bærendsen er ein sannur (ný)klassikari innan føroyskan jólatónleik. Bandið kom av fyrstan tíð út í 1988. Óli Poulsen stóð fyri upptøkunum í Bløndal Studio í Danmark. Fløgan kom út í 1996, og fyri nøkrum árum síðani gjørdist útgávan tøk á talgildu miðlunum. Jólagleðin var mangan kærkomin í jólamánaðunum, tá vit búðu niðri. Tað er hon enn.

Í desember 2014 hevði eg tann heiður at spæla jólakonsert saman við Alex og Kristinu Bærendsen, Peturi Pólsyni og Bjøllubandanum (Benjamin Petersen, Mikael Blak, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og undirritaði) í Reinsarínum. Tað var ein serstøk løta, og vit spældu m.a. heitislagið 'Jólagleðin', ið verður síðsta lúka í Jólagreat. Alex eigur sjálvur orð og lag. Gleðilig jól!



Bandið í uppruna útgávu (1988).
Baksíðan á bandinum.
Fløgan.
Inni í fløguhúsanum.

12/23/17

Jólagreat 23. des.

Jóla Elvis í endurútgávu á Camden/Pickwick (1975).
Tað nyttar lítið at gera ein tónleikajólakalendara uttan Jóla Elvis. Fyrsta jólaplátan hjá Elvis, Elvis' Christmas Album, kom út í 1957. Tað eru 60 ár síðani í ár. Hetta var meðan Elvis enn var eitt feskt navn í amerikanskum tónleiki, og útgávan var tann fjórða í hansara diskografi. Fólk vóru von við tann villa rock'n'roll og rockabilly Elvis, og hetta var fyrstu ferð at eitt annað slag av Elvis kom undan kavi. Við tíðini løgdust alsamt fleiri sløg afturat. Fleiri sløg av Elvis.

Myndin omanfyri er av okkara LP, og tað er endurútgávan á Camden/Pickwick í 1975, ið talan er um. Hendan útgávan hevur eina øðrvísi raðfylgju enn uppruna útgávan frá 1957, og sangvalið er eisini eitt sindur øðrvísi. Uppruna útgávan hevði átta jólasangir, umframt fýra gospel sangir saman við The Jordanaires. Endurútgávan hevur teir átta jólasangirnar í øðrvísi raðfylgju, umframt 'If Every Day Was Like Christmas' og 'Mama Liked The Roses'. Serliga tann seinni er eitt frálíkt uppískoyti, men tá avtornar dámar mær helst best upprunaútgávuna. Best man vera at hava báðar standandi lið um lið.
Húsin til upprunaútgávuna av Elvis' Christmas Album (1957).
Tá jólaplátan kom út av fyrstan tíð, vóru fólk ymisk á máli um hana. Tað sigst at Irving Berlin, sangskrivarin handan Bing Crosby jólaklassikaran 'White Christmas', hataði Elvis'sa útgávu av sanginum. Allarhelst tí Elvis heintaði sær íblástur úr rhythm&blues, og slíkt var ikki væl sæð tá í tíðini. Hvussu enn er og ikki, so gjørdist Elvis' Christmas Album best seljandi jólapláta nakrantíð í USA, og altjóða hevur hon eisini selt mikið væl. Talan er eisini um eina góða jólaplátu. Elvis er ikki at kimsa at.


12/22/17

U2: Songs of Experience - ummæli

Húsin til Songs of Experience. Eli Hewson (sonur Bono) til høgru og Sian Evans (dóttir The Edge) til vinstru. Húsi eftir Anthon Corbijn, fotograf.
Eg havi ummælt seinastu tvær U2 pláturnar her á blogginum, og tann nýggjasta, Songs of Experience, verður einki undantak. Hetta er fyrsta og higartil einasta ummælið á føroyskum. Sí ummæli av Songs of Innocence (2014) her og No Line On The Horizon (2009) her.

Songs of Experience er eitt fylgisverk, ið hoyrir saman við Songs of Innocence. Tað var eitt øgiligt uppstandilsi, tá tann plátan brádliga sníkti seg ókeypis inn á iTunes download listarnar hjá øllum iTunes brúkarum í heiminum. U2 og Apple samstarvaðu um henda, fyri mong, átroðkandi útgávuháttin, og tíverri stjól útgávuhátturin uppmerksemið frá tónleikinum á plátuni. Í longdini irriterandi, tí har vóru also fleiri góðir sangir á. Júst sangirnir stóðu ómetaliga sterkir á Innocence + Experience Tour, ið vit upplivdu live í Dublin í nov. 2015.

Nú er fjúrtanda (!) U2 plátan so útkomin, og hon verður útgivin á siðbundnan hátt uttan talgilda innrás. Eg havi lurtað eftir henni, og mær dámar hana væl. Hon inniheldur í grundini tættir úr allari teirri drúgvu yrkisleiðini hjá U2 og hyggur onkursvegna eisini frameftir. Langa livitíðin hjá U2 er eitt unikum. Teir hava verið virknir í fimm áratíggjum við somu manning. Veit ikki um nakran annan bólk, ið hevur eina tílíka søgu. Hetta stríðir ímóti teirri dogmatisku ungdómsdyrkan, ið tykist innbygd í rokk tónleiki. Tú skalt helst doyggja sum 27 ára gamal, og ger tú ikki tað, jamen so skal bólkurin hjá tær helst fara í upploysn innan eitt ávíst áramál.

Spurningurin er eisini hvønn yvirskipaðan leiklut rokk tónleikur spælir nú á døgum. Tað er ikki ov nógv sagt, at "rokkur" í breiðari merking ikki er tann savnandi mentanarmegin, sum hann einaferð var. Rokkurin hevur leingi virkað darvaður av sínum egnu krøvum um "autentisitet" og virðing fyri siðvenjuni. Tað tykist sum at tað er í elektroniskum poppi, hipp hopp og r'n'b, at tey mest nýhugsandi og ódogmatisku tingini henda. Landslagið er eisini nógv broytt frá útvarpi og MTV í 80árunum og 90árunum til nútíðar stroyming, playlistar og on-demand nýtslu. Umframt at fleiri av hetjunum og javnlíkunum hjá U2 eru farnir foldum frá. Lou Reed, David Bowie, Prince, Leonard Cohen. U2 eru tí eitt rættiligt frávik, men teir hava framvegis ikki funnið tað teir leita eftir. Fyri summi okkara er hetta at fegnast um.

Sambandið millum Songs of Innocence og Songs of Experience gongur aftur bæði tematiskt og tónleikaliga. Nýggja útgávan siterar brot úr teksti á fyrru útgávuni, og tónlistalig brot koma eisini fyri í nýggjum høpi. Hetta sama gjørdi William Blake á sinni, tá hann útgav Songs of Innocence and of Experience Showing the Two Contrary States of the Human Soul í 1789. Myndprýdda yrkingasavnið, ið hesar báðar seinastu U2 pláturnar eita eftir. Tvs. at brot úr "Innocence" vóru siteraði í "Experience". Sitat, parafrasa, referansa, remix. Hvat er tað ikki spennandi. Onkur vildi sagt, at tað er mikið ósmæðið og stórlætið at uppkalla pláturnar hjá sær eftir Blake, og tað er tað óivað eisini nakað um. Men U2 hava ongantíð strembað eftir tí lítillætna. Teirra yrkisleið er í grundini ein long røð av djørvum brøgdum og satsingum. Viðhvørt eydnast tað einastandandi væl (sí eitt nú Zoo TV konsertferðina), og viðhvørt kemur tað teimum aftur um brekku (sí áðurnevndu Apple útgávuna).

Bono hevur sagt, at nýggja plátan er hugsað sum ein røð av kærleiksbrøvum til tey, ið standa honum nærmast. Eisini hevur verið ró framundir at hann hevði eina "nær deyðanum" uppliving millum jól og nýggjár í fjør. Hesi persónligu viðurskifti lita útsýnið á plátuni. Á tí meira altjóða politiska pallinum eru eisini viðurskifti farin fram, ið hava merkt plátuna. Í grundini var ein útgáva av Songs of Experience klár í fjør, men so broyttist heimurin: Brexit í Bretlandi og valið av Trump til forseta í USA. Menn kendu á sær, at hesi viðurskifti skuldu sleppa at sodna og koma við á plátuna. Tí valdu teir at útseta útgávuna eitt ár. Ístaðin fóru teir á fyrstu afturlítandi konsertferðina nakrantíð (aftaná 40 ár sum virkin bólkur) við teirri vælumtóktu The Joshua Tree Tour.

Orð og hugtøk, ið eg havi skrivað niður meðan eg havi lurtað eftir Songs of Experience: orkumikið, dynamiskt, livandi, fimt, lætt á fótum, inniligt, vakurt, popput, átroðkandi.

Hin obligatoriska lag-fyri-lag umrøðan:

'Love Is All We Have Left'
U2 plátur byrja ofta stórsligið, fyri ikki at siga bombastiskt, men henda plátan kemur sníkjandi inn í verðina við undirspælda og stillfarandi 'Love Is All We Have Left'. Næstan sum eitt slag av overture. Bono hevur sagt, at á hesum lagnum ímyndaði hann sær, at hann var "Frank Sinatra syngjandi uppi á mánanum". Hetta er eisini eitt sindur sci-fi kent, men uppá ein varðisligan máta. Í so máta minnir hetta kanska eitt sindur um 'Zooropa' av plátuni av sama navni (1993). Kortini veita vibrerandi strúkararnir eitt egið sound, og sum nakað óvanligt í U2 høpi syngur Bono partar av sanginum gjøgnum vocodara. Hetta roynist stak væl. "This is no time, not to be alive..."

'Lights of Home'
Stórbærur, groovy og hugtakandi sangur. Finst í tveimum útgávum á "deluxe edition": plátuútgávan, ið heintar íblástur úr einum riffi í einum Haim sangi ('My Song 5'), og í 'St Peter's string version' bonusútgávu, har dramatiskir strúkarar leggja fyri. Haim systrararnar eru eisini krediteraðar fyri kór í sanginum. "Shouldn't be here 'cause I should be dead" byrjar teksturin. Um hina áhaldandi leitanina - leitanina eftir heimstaðnum, eftir ljósinum, eftir innliti, sannføring og sannleika. So líðandi gerst greitt, at tað er í sjálvari leitanini, at endamálið liggur, og vit koma í grundini ongantíð á mál. Ein vøkur slide gittar solo frá The Edge. Tær eru altíð góðar og kærkomnar. C-stykkið í sanginum hevur sama tekst sum outro'in í 'Song for Someone' á Songs of Innocence: "free yourself to be yourself, if only you could see yourself". Í besta Blake stíli mundi eg sagt...

'You're The Best Thing About Me'
Fyrsta staklagið av plátuni. Ein sangur frá Bono til konuna Ali Hewson. Ein kærleikssangur, sjálvandi, og boðini í heitinum eru greið: tú ert tað besta við mær. Í niðurlagnum skifta menn dur. Teir hava brúkt tað trikkið fyrr, og tað riggar eisini hesuferð. Niðurlagið fer á flog í mun til versið. Bono hevur tosað um "punk Supremes" í sambandi við hetta lagið. At tá hann á sinni hoyrdi The Supremes syngja "Stop! In The Name of Love", var tað ein Vietnamprotestsangur í popphami. U2 ætla sær tað sama her. Plátan inniheldur protest, men lagt verður fyri við eini kærleiksstakplátu. Framleiðslan er beint fram og popp/rokk. Eitt stuttligt er, at The Edge syngur í c-stykkinum eina eygleiðing av tí sum Bono syngur um konuna: "I can see it all so clearly, I can see what you can't see, I can see you love her loudly, when she needs you quietly". Var ikki so imponeraður av sanginum í fyrstuni, men hann er vaksin nógv og stendur seg væl saman við hinum sangunum á plátuni.

'Get Out of Your Own Way'
Hetta er nokk tann mest U2sligi sangurin á plátuni. Tvs. hann ljóðar uppá allar mátar sum ein U2 sangur. Týpisk akkordrundferð í versinum, og niðurlagið er ikki ólíkt 'Beautiful Day'. Í øllum førum trummurútman hjá Larry. Teksturin er eitt bræv til døturnar hjá Bono, men snýr seg eisini um gongdina í USA seinastu árini.  "Get out of your own way" - ver ikki í vegin fyri tær sjálvum. Ein áheitan til bæði døturnar, til USA og til U2 sjálvar. Forloysandi sangur. Til endans kemur navnframi rapparin Kendrick Lamar við einum spoken word, ið er ein øvugt útgáva av Fjallaprædikuni hjá Jesusi. The Edge hevur greitt frá, at U2 vendu sær til Kendrick Lamar, tí teir eru fjepparar av hansara tónleiki. Teir hava virðing og dáma tónleikin. Bono sigur, at Kendrick hevur eina "righteous anger". Øvugta fjallaprædikan er ein bítandi og speisk ákæra. Hetta virkar sum ein brúgv millum 'Get Out of Your Own Way' og næsta sangin 'American Soul', har spoken wordið hjá Lamar heldur fram.

'American Soul'
"It's not a place, this country is to be a sound of drum and bass, you close your eyes to look around". Ein frálíkur rokksangur við spennandi ljóðmynd. Hetta er dýrabært fyri ein referansufjeppara: fyrst parafraserar Kendrick Lamar fjallaprædikuna í sínum spoken word, síðani syngur Bono versið sum Kendrick samplar í "XXX" á DAMN. (2017), og so syngur hann niðurlagið sum upprunaliga var c-stykkið í 'Volcano' av Songs of Innocence (2014). Versið er upprunaliga úr lagnum 'Glastonbury', ið teir framførdu nakrar ferðir á 360 Tour í 2010-2011. Gleðiligt, at allir træðrirnir eru knýttir saman her. "It's not a place, it is a dream the whole world owns, the pilgrim's face, it had your heart to call her home". U2 hava altíð havt eina love/hate støðu mótvegis USA. Her er tað ein atfinning mótvegis flóttapolitikkinum undir Trump, ið sprettir úr djúpum og drúgvum kærleika til landið, sum hann er forseti í. Fleiri ummælarar hava gjørt gjøldur burturúr reglunum "For refugees like you and me, a country to receive us, will you be my sanctuary, Refujesus". Tað er serliga seinasta orðið, samansetingin av "refugee" og "Jesus", ið hevur elvt til vanvirðing. Men RefuJesus er also eitt ítøkiligt hugtak og heitið á eini bók eftir kroatiska baptist gudfrøðingin Boris Peterlin. Peterlin vísir á, at Jesus var sjálvur flótti og kemur framvegis til okkara sum flótti millum flóttar. "RefuJesus". Ein má taka støðu til hann, um bíblia og kristnitrúgv altso hava nakað sum helst uppá seg.

'Summer of Love'
Vakurt og "bouncy" lag. Eitt sindur balladukent men kortini fótfimt og elastiskt. Lady Gaga syngur kór. Stikk den. Eins og Songs of Innocence hevur Songs of Experience liner notes eftir Bono, har hann hugleiðir og greiðir frá søgum í sambandi við sangirnar og tilgongdina handan plátuna. Ein av søgunum er um hvussu U2 í langa tíð hava havt eitt tilhald í Suðurfraklandi, beint við Miðjarðahavsstrondina. Brádliga var tað sum um, at havsbrúgvin var øðrvísi, og ófrættakend tíðindi vóru í miðlunum. Flóttarnir komu, og mangir endaðu sínar dagar á Miðjarðahavinum. Á Songs of Innocence verður sungið um amerikansku vesturstrondina í sanginum 'California (There Is No End To Love)". Tann vesturstrondin hevur ímyndað markloysi og "the final frontier" í bókmentum, list og mentan gjøgnum 20. øld. Hesuferð verður sungið "I've been thinking about the west coast, not the one that everyone knows". Vesturstrondin, ið er her er talan um, er tann í Sýria, haðani øll flýggja. Í Kalifornia høvdu tey ein "summer of love" á sinni, og hetta er ein bøn um ein evropeiskan "summer of love". Mótsetningarnir eru greiðir.

'Red Flag Day'
Her eru vit tónlistaliga í grannalagnum hjá War plátuni frá 1983. Langt síðani teir hava verið her, og tað riggar serstakliga væl. Eitt sindur av The Clash, punk og new wave. The Edge segði herfyri, at hann lurtar nógv eftir plátunum hjá Bob Marley fyri at gerast upplyftur, tí hansara tónleikur er veruligur og "svakliga upplyftandi" sum hann málber seg. Skal ikki siga, at tað eru reggae standir uppá spæl í hesum sanginum, men onkur ekkó hómast haðani. Tekstliga eru eisini tilsipingar til War plátuna, t.d. 'Sunday Bloody Sunday', har teir sungu "I can't believe the news today, I can't close my eyes and make it go away". Hesuferð syngja teir "not even news today, so many lost in the sea last night, the one word that the sea can't say, is no, no, no, no..." Ein "red flag day" verður nýttur av strandvørðum at gera vart við, at bylgjurnar eru óvanliga høgar og vandamiklar. Sangurin er v.ø.o. eitt tematiskt framhald av undfarna sanginum.

'The Showman (Little More Better)'
Her verður sjóneykan vend inneftir. Ein speisk ella satirisk viðgerð av "The Showman". Skemtarin, sjónleikarin, tann framførandi, ið "...gives you front row to his heart, the showman prays his heartache will chart, making a spectacle of falling apart, is just the start of the show". Sjálvironiskt og -kritiskt. Tónlistaliga inniheldur hetta lagið tilsipingar til okkurt úr allar elsta tíðarskeiðnum hjá U2, t.d. skemtiligu og serstøku b-síðuna 'Trash, Trampoline and the Party Girl' frá 1982. Eisini eru element úr uppaftur eldri tónleikaligum tíðarskeiðum sosum 50árunum og 60árunum. Kortini hevur alt eitt nútíðar og modernað sound. Heili níggju ymsir framleiðarar hava verið inni yvir plátuni, hóast tað miðsavnandi toymið tykist at vera Jacknife Lee, Ryan Tedder, Steve Lillywhite og Andy Barlow. Innan rokkin er tað ofta eitt trupult tekin at hava nógvar framleiðarar, men innan hipp hopp og r'n'b er hetta nakað sjálvsagt. Eftir mínum tykki er greiður samanhangur í heildini. U2 ljóða sum U2.

'The Little Things That Give You Away'
Hesin er heilt fantastiska góður og helst mín favorittur á plátuni. Havi hoyrt nakrar live útgávur av sanginum, og eg vónaði, at teir fóru at "naila" hann í studio. Tað gera teir eisini totalt. Sera, sera góð studioversión. Byrjar sum ballada og er í grundini fyrsta veruliga balladan á plátuni, nú vit eru komin inn í aðru helvt aftaná átta sangir. Tað setur krøv til hendan at kunna bera leiklutin, og tað ger hann tíbetur til fulnar. Heilt fantastiska vakur sangur. Teksturin er eitt bræv frá tí unga Bono ("innocence") til tann eldra ("experience"). Ella er í grundini talan um eitt dialektiskt samspæl millum "innocence" og "experience". "It's the little things that give you away, the words you cannot say, your big mouth in the way". Rørandi og framúr vakurt. The Edge skínir veruliga við sínum spæli. Dramatiska og intensa outro'in nertir hjartastreingir. Ein av teimum sangunum, ið man fer at minnast hesa plátuna fyri.

'Landlady'
Eisini ein sangur til konuna, Ali. Heitið "Landlady" er ein ironisk mótvekt til tað, sum annars kundi verið ein dekan ov sentimentalur sangur. "Landlady", vertskonan, tað er hon sum er heima og heldur stýr á øllum, meðan sangarin er á drúgvum konsertferðum. Hann minnist aftur á gamlar dagar og tíðina, tá U2 vóru ungir og stríddu seg fram:  "And I'll never know what starving poets meant, 'cause when I  was broke it was you that always paid the rent". Niðurlagið er eitt sindur evergreen og crooner kent. Tað riggar. Tað er í lagi at vera evergreen og crooner kendur, tá man er komin í tann aldurin, sum U2 eru í. C-stykkið situr eisini væl. Trummurnar hjá Larry Mullen Jr. eru groovy í hesum sanginum. Fangandi.

'The Blackout'
Hesin var í grundini tann fyrsti sangurin, ið var útgivin av plátuni, men tað var í eini live útgávu, sum kom í summar. Er eisini útgivin sum sjeytummastakpláta við remixi á b síðuni. "Dinosaur wonders why it still walks the earth, yeah" er byrjunarreglan. Aftur eitt slag av sjálvsinnliti ella -viðgerð. Dinosaururin er sjálvandi U2 men kann eisini fatast sum tað gamla og verandi. Fólkaræðið kanska? "Statues fall, democracy is flat on its back, Jack". Jú mín sann. Ljóðliga er hetta helst tann mest Achtung Baby og 90ára-sligi sangurin á plátuni. Í familju við 'American Soul' eisini (sum í: hetta er ein rokksangur). Bassurin hjá Adam er groovy og karakteristiskur. "The blackout, is this an extinction event we see?" verður spurt. Kortini kemur niðurlagið við áheitanini "When the lights go out and you throw yourself about, in the darkness where you learn to see, when the lights go out don't you ever doubt, the light that we can really be". Eitt gott breakdown/c-stykki við øllum møguligum spennandi. Tummil upp.

'Love Is Bigger Than Anything In Its Way'
Segði áður at 'Get Out of Your Own Way' er nokk tann mest U2sligi sangurin á plátuni, men hesin er eisini eitt gott boð. Sera stórbært og patos kent lag við eini rættiligari "stadion framleiðslu". Skilt á tann hátt, at hetta er nærum gjørt til at ljóða væl í einum stadion ella einari arena. Ikki tí, tað er tað mesta av tónleikinum hjá U2, men her er tað framt við eyka denti. Teksturin er somuleiðis eitt bræv frá Bono til børnini, hesuferð til synirnar. Hann roynir at ímynda sær hvat er eftir at siga ella geva frá sær, tá hann er farin. Boðini eru annars einføld men greið: kærleikin er størri enn alt annað á leiðini. Sipað verður m.a. til "Killiney Bay", ið er eitt staðarnavn nærhendis bústaðnum hjá Bono við familju. Frá tí algongda til tað persónliga og aftur.

'13 (There Is A Light)'
Endað verður við hesi vøkru og sorgblíðu balladuni. Pre-niðurlag og niðurlag eru úr 'Song for Someone' av Songs of Innocence. Tann sangurin var til konuna, hesin er til børnini. Tað riggar serstakliga væl, at áðurnevndu brot úr 'Song for Someone' ganga aftur her í einum meira friðsamum hami. "This is a song for someone, someone like me" verður lagt afturat. Ein álvarsom samanumtøka.

---

Og so endar hon, fjúrtanda U2 plátan. At lurta eftir Songs of Experience er eitt sindur sum at hyggja eftir The Last Jedi, áttanda filminum í Star Wars sagaini. Nógv kend temu og motiv, ið ganga aftur, men tey eru kveikt og sett saman av nýggjum! Takk fyri meg.

(Deluxe útgávan av plátuni inniheldur fýra bonusløg: 'Ordinary Love (Extraordinary Mix)', 'Book of Your Heart', 'Lights of Home (St Peter's String Version)' og 'You're The Best Thing About Me (U2 vs. Kygo)", ið er eitt Kygo remix. Eisini finst eitt Jacknife Lee remix av 'The Blackout' á Record Store Day stakplátuni og japansku special edition. So fimm tilsamans. Tey eru øll góð at, so segði hann, eiga inni).

Jólagreat 22. des.


Triðseinasta lúkan í Jólagreat inniheldur kontri jól av tí gamla slagnum. 10. des. átti Bob Dylan tørn í Jólagreat, og tað ferðina leinkjaði eg til samrøðu við Bob frá 2009. Í teirri samrøðuni verður Bob spurdur um hvør hansara yndis jólapláta er. Hann svarar "maybe The Louvin Brothers". Og tað vita vit fyri vist, at um nakar veit beskeð um slíkt, so er tað Bob.

The Louvin Brothers úr Alabama vóru ikki hvørjir sum helst. Ira og Charlie Louvin (hvørs kristiligu nøvn vóru Lonnie Loudermilk og Charlie Elzer Loudermilk) høvdu ein harðan uppvøkstur við einum harðligum og druknum pápa. Teir sungu saman frá barnsbeini og røddirnar knýta seg saman í tøttum samljóði. Tónlistaliga umboða teir eitt serstakt slag av hartkókaðum kontri, tað verið seg bersøgið versligt kontri ella "fire and brimstone" gospel kontri. Legendariskar plátur sum Tragic Songs of Life (1956), Nearer My God To Thee (1956) og Satan is Real (1959) tala sítt greiða mál.

Eina jólaplátu fingu teir eisini av skafti, Christmas With The Louvin Brothers frá 1961. Stóribeiggin Ira livdi eitt hart lív, ið m.a. merkti at brøðurnir sum frá leið fóru hvør sín veg. Vónin fyri sameining brast, tá Ira andaðist í eini bilvanlukku í 1965. Charlie doyði í 2011, 83 ára gamal. Tað finnast onkrar fínar greinar um teir. Louvin brøðurnir eru ikki at spæla við. Álvarsamt er.



12/21/17

Jólagreat 21. des.


Herfyri vóru hipp hopp jól á Jólagreat við Kurtis Blow. Kurtis Blow var partur av "old school" innan hipp hopp, tvs. fyrsta bylgjan av hipp hopp nøvnum, ið settu sítt frámerki á meginstreymin. Vit tola eina rundu afturat av hipp hopp jólum, og dagsins lúka er tí sett av til eitt navn úr "new school" bylgjuni frá miðskeiðis í 80árunum, nevniliga Run-D.M.C.

Upprunaligu ætlaðu Run-D.M.C. ikki at gera nakran jólasang, nettupp tí at teir ikki vildu síggja út sum "copycats", ið eftirlíknaðu Kurtis Blow. Men teirra jólastaklag 'Christmas in Hollis' (1987) var m.a. at hoyra í filminum Die Hard (1988), og við tíðini er sangurin eins og filmurin vorðin ein óortodoksur jólaklassikari. 'Christmas in Hollis' inniheldur samples úr 'Back Door Santa' hjá  Clarence Carter (1968), 'Frosty The Snowman' hjá Gene Autry (1950), 'Joy To The World' og 'Jingle Bells'.



12/20/17

Jólagreat 20. des.


Mæti soul og funk kongurin James Brown gav í 1968 út jólaplátuna Soulful Christmas, og á henni finna vit m.a. fittliga sangin "Santa Claus Go Straight To The Ghetto", har heitt verður á jólamannin um at fara beinleiðis til ghettoina, tí har hava børnini veruliga brúk fyri gávum. So er tað líkasum sagt. Ghetto jól eru sanniliga eisini jól.



12/19/17

Jólagreat 19. des.


Eg hoyrdi hesa rúnarbindandi útgávuna av 'I'll Be Home For Christmas' í Áðrenn Elvis herfyri. Áðrenn Elvis er ein dyrkingarverd sending, har tað ber til at uppdaga ekstremt góðan tónleik. Tónleik, ið neyvan hevði klokkað inn á radaran annars (tí onkursvegna hevur vesturheimurin í kollektivari psykosu billað sær inn, at populertónleikur byrjaði í 1955 og áðrenn tað var onki). Takk og lov fyri Áðrenn Elvis.

Tað er svarti amerikanski gospel vokalbólkurin Pilgrim Travellers, ið syngur hesa snøgt sagt undurfullu útgávuna av 'I'll Be Home For Christmas', upprunaliga útgivin í desember 1952. Í sendingini verður sagt, at útgávan er frá gylta tíðarskeiðinum innan gospel, tvs. seinni helmingur av 40'unum og fyrri helmingur av 50'unum. Høkuna-á-gólv gott!


12/18/17

Jólagreat 18. des.



Ein tónleikajólakalendari er ikki nógv verdur uttan eitt sindur av rock'n'roll. Rock'n'roll slóðarin Chuck Berry andaðist 18. mars í ár, 90 ára gamal. 'Run Rudolph Run' var skrivaður, innspældur og útgivin í 1958. Sangurin var skrivaður av Johnny Marks og Marvin Brodie, og lagið er ein 12-bar blues í stíl við aðrar Chuck Berry sangir frá teirri tíðini.

Said Santa to a boy "Child, what have you been longing for?"
"All I want for Christmas is a Rock and Roll electric guitar"
And then away went Rudolph whizzing like a shooting star



12/17/17

Jólagreat 17. des.


Í dag er triðji sunnudagur í advent, og nakað so old school sum 'Føgur er Foldin' eigur eina lúku í Jólagreat (og ja, heitið er sjálvandi eitt orðaspæl uppá greyt og great). Nú hevur Jólagreat bert havt útlendskan tónleik higartil, og hartil eisini ensktmæltan tónleik, har bróðurparturin kemur úr USA. Eg veit ikki hví so er, tað var ikki nøkur tilvita ætlan um at hava so nógv amerikanskt. Men tað sum er við er gott, og amerikanarar smæðast ikki við at sameina høga listaliga góðsku og kommersialismu.

Hesa útgávuna av 'Føgur er foldin' kom eg framá á Facebook ein dagin, tá Kinna Poulsen deildi nakrar tankar um hana. Tað er kórið Mpiri, ið syngur og útsetingin er eftir Sunleif Rasmussen. Eg havi lurtað nakað eftir henni síðani. Harmoniseringin er vøkur og eitt sindur óvanlig í mun til tað ein hoyrir til henda sangin annars. Upptøkan stavar frá jólafløguni Upp Gleðist (Tutl, 2007). Eitt sindur av hásongi mitt í hesi jólatíð...


12/16/17

Jólagreat 16. des.


'Christmas Will Break You Heart' er heitið á deprimerandi jólasanginum hjá LCD Soundsystem. Deprimerandi jólasangir eru ofta góðir, og hesin er púra tilvitað deprimerandi. Sangurin var útgivin sum talgilt staklag 24. desember 2015 og var eitt slag av comeback hjá bólkinum. Hetta var fyrsta staklag í fimm ár, og í ár komu tey so aftur í aftur við fyrstu plátuni í sjey ár, nevniliga american dream. Av hesum og øðrum ávum er tað uppá sítt pláss, at LCD fáa innivist í Jólagreat. 



12/15/17

Jólagreat 15. des.

Jólamenn á palli við The Flaming Lips.
Psykedeliski alternativi rokkbólkurin The Flaming Lips úr Oklahoma í USA hevur verið virkin síðani 80'ini, og hevur útgivið eina heila røð av plátum, EP'um og síðuverkætlanum. 

Jólini eru eisini afturvendandi partur av teirra sermerkta alheimi. M.a. hava teir gjørt sín egna heimagjørda low-budget sci-fi jólafilm (!) við heitinum Christmas on Mars (2008). Í 2011 kom instrumentala jólaplátan Atlas Eets Christmas, ið upprunaliga var útgivin undir pseudonyminum "Imagene Peise" í 2007. Imagene Peise er ein fiktivur tannáringa jass pianistur, ið skal eitast at spæla jólaklassikarnar á plátuni, men allarhelst er tað multi-instrumentalisturin í bólkinum Steven Drozd, ið stendur fyri flestu instrumentalu avrikunum. 

Longu í 1995 var sangurin 'Christmas At The Zoo' at finna á plátuni Clouds Taste Metallic. Lagið, ið eg havi valt til dagsins Jólagreat er tó av EP'ini Ego Tripping At The Gates of Hell (2003), og tað eitur 'A Change At Christmas (Say It Isn't So'). Eitt slag av idealistiskum naivistiskum protestjólasangi (um nakað eitur so?), har sangarin og oddamaðurin Wayne Coyne ímyndar sær brádligu íkomuna av heimsfriði um jóltíðir. Coyne dugir sum fáur at sleppa avstað við tílíkum, og eg meini so við, hví ikki? Lagið er eisini pent og fitt.

12/14/17

Jólagreat 14. des.

Nýggjasti sangurin á Jólagreat er bert tvær vikur gamal. 'Merry Xmas (Face The Future)' er nýtt staklag hjá ensku elektronisku/alternativu/kraut trioini Beak>, ið m.a. telir Geoff Barrow úr Portishead. Beak> eru kul og hava sína egnu tilgongd til tað heila, eisini jólatónleik. Á Bandcamp síðuni hjá bólkinum boðar teir frá, at øll inntøka frá nýggja jólasanginum fer til vælgerandi endamál:

"All money raised by this single will go to the National Elf Service and The Mental Elf, and online resource for Mental Health information. www.nationalelfservice.net"

Slett ikki so býtt. Beak> hava eisini gjørt eitt sjónbandalag til høvið:


12/13/17

Jólagreat 13. des.

Marvin Gaye avmyndaður á forsíðuni blaðnum Jet í 1976.
Dagsins jólasangur er eisini ein soul jólasangur, nevniliga 'I Want To Come Home For Christmas'. Lagið tykist fittligt við fyrsta lurt, men teksturin boðar frá álvarsemi. Gaye skrivaði sangin saman við Forest Hairston og innspældi hann í 1972, men sangurin kom ikki út fyrrenn 18 ár seinni. 6 ár eftir at Marvin Gaye var deyður. Sangurin er nevniliga eitt slag av mótmæli móti Vietnam krígnum. Í øllum førum er hann til heiðurs fyri hermonnunum í Vietnam, serliga teimum, ið vóru krígsfangar. Plátufelagið Motown noktaði at geva ein slíkan kontroversiellan jólasang út. Í øllum førum í fyrstu atløgu. "I want to come home for christmas". Greið tala. Seinni var sangurin skýrdur eitt meistaraverk. Við ynski um at allir heimsins hermenn sleppa heim til jóla og med alla!



12/12/17

Jólagreat 12. des.


Fyri tveimum døgum síðani vóru tað 50 ár síðani mæti soul sangarin Otis Redding doyði í flogvanlukku 10. des. 1967. Redding gjørdist bert 26 ár, men hann náddi at seta eitt týðandi frámerki á soul tónleikin. Á vári í 1968 lá 'Sitting On The Dock of The Bay' 4 vikur nr. 1 á Billboard hittlistanum, og um jóltíðir sama árið var hansara útgáva av 'White Christmas' útgivin.

Á síðu B finna vit hansara útgávu av r'n'b jólasanginum 'Merry Christmas Baby', ið Lou Baxter og Johnny Moore skrivaðu í 1947. Fleiri hava tulkað 'Merry Christmas Baby', m.a. Johnny Moore's Three Blazers, Chuck Berry, Booker T & The MG's og Elvis Presley. Steve Cropper framleiddi og munnu hinir í Booker T & The MG's ikki spæla undir? Dámligt.

12/11/17

Jólagreat 11. des.


Dagsins lúka í Jólagreat er við heimsins fyrsta rapp jólasangi, nevniliga 'Christmas Rappin'' hjá amerikanska rapparanum Kurtis Blow.

Í gjár var ein Bob Dylan jólasangur á skrá, og tað stuttliga er at Bob Dylan og Kurtis Blow samstarvaðu einaferð. Í sjálvsævisøguni Chronicles Vol. I skrivar Bob soleiðis:

"Danny [Lanois] asked me who I’d been listening to recently, and I told him Ice-T. He was surprised, but he shouldn’t have been. A few years earlier, Kurtis Blow, a rapper from Brooklyn who had a hit out called “The Breaks,” had asked me to be on one of his records and he familiarized me with that stuff, Ice-T, Public Enemy, N.W.A., Run-D.M.C. These guys definitely weren’t standing around bullshitting. They were beating drums, tearing it up, hurling horses over cliffs. They were all poets and they knew what was going on."

Gamaní eru ymiskar meiningar um hvussu væleydnað samstarvið millum Bob og Kurtis er ('Street Rock' frá 1986), men tað er so eitt samstarv. Tað ber eisini til at síggja Bob sum eitt slag undangongumanni fyri rapp tónleik, og ein sangur sum 'Subterranean Homesick Blues' er av summum skýrdur "fyrsti rapp sangur nakrantíð".

Kurtis Blow var fyrsti rappari at hava kommersiellan undanvind, og hann var eisini fyrstur at gera plátusáttmála við eitt stórt plátufelag (Mercury í 1979). Mercury útgav sum tað fyrsta stakplátuna 'Christmas Rappin'' (1979). Ikki ein yvirdrivið jólaligur sangur, men lagið er fínt og rappið situr sum tað skal. Rapp jól eru eisini jól!

12/10/17

Jólagreat 10. des.


Í dag er 2. sunnudagur í advent, og Bob Dylan fær innivist í Jólagreat við síni tulking av 'O Little Town of Bethlehem'. Her skal ikki leggjast so nógv afturat, annað enn niðanfyristandandi brot úr samrøðu, ið Bill Flanagan gjørdi við Bob, tá jólaplátan kom út á sinni:

BF: You really give a heroic performance of O’ LITTLE TOWN OF BETHLEHEM The way you do it reminds me a little of an Irish rebel song. There’s something almost defiant in the way you sing, “The hopes and fears of all the years are met in thee tonight.” I don’t want to put you on the spot, but you sure deliver that song like a true believer. 
BD: Well, I am a true believer.

12/8/17

Jólagreat 9. des.


Á skránni í dag er ein av mínum jólafavorittum: A Christmas Gift For You From Philles Records, ið navnframi "wall of sound" framleiðarin Phil Spector framleiddi í 1963. Tey, ið hava lisið tveir teir undanfarnu Jólagreat postarnar, hava kunna gitt seg til at Spector jólaplátan var ávegis, tí hann hevur verið nevndur báðar ferðirnar.

Tað er okkurt við stórbæra wall of sound poppinum, ið er mikið sambærligt við jólahugløg. Allarhelst tí at har er so nógv av sletubjøllu/bjølluljóði og tamburin í tónleikinum frammanundan, at har skal ikki tað stóra lopið til fyri at føra tónleikin yvir í tað jólaliga. Sameiningin av stórt orkestreraðum rúmklangsljóðmyndum og einfaldari sangskriving liggur eisini sum fótur í (jóla)hosu til endamálið.

Hvussu enn er og ikki, Phil Spector, mono og "wall of sound" havi eg gjørt eina heila sending um á sinni, so har kanst tú frætta meira. Her og nú verður tað eitt lag av A Christmas Gift For You, og tað er 'Christmas (Baby Please Come Home)', ið var skrivaður til hesa útgávuna. Darlene Love syngur. Við tíðini gjørdist sangurin ein rættiligur jólaklassikari.

Jólagreat 8. des.


Í gjár vóru kalifornisk jól á skrá, og vit vera verandi í Kalifornia við arketýpiska Kalifornia bólkinum The Beach Boys. Teir komu í 1964 við jólaplátuni The Beach Boys' Christmas Album. Tað var í teirri tíðini, tá øll gjørdu jólaplátu. Uttan at blunka. Á plátuni er fimm egin jólaløg og sjey jólaklassikarar. Plátan var tonkt sum eitt aftursvar til A Christmas Gift For You From Philles Records hjá Phil Spector (1963). Spector venda vit aftur til, tað er eyðsæð.

Ein av klassikarunum á The Beach Boys jólaplátuni er teirra útgáva av 'We Three Kings of Orient Are'. Ein jólasongur upprunaliga eftir John Henry Hopkins, Jr., ið skrivaði sangin í 1857. Sangurin snýr seg um teir tríggjar vísmennirnar ella kongarnar, ið komu úr Eysturlondum - "The Orient", so segði hann - at heilsa uppá Jesusbarnið. Teir fylgdu eini stjørnu á himni og høvdu við sær gull, roykilsi og myrru. Tað vita vit. Her í tulking hjá The Beach Boys. Mike Love og Brian Wilson syngja fyri. Strandadreingirnir stóðu sjálvir fyri vokalútsetingunum, meðan Dick Reynolds stóð fyri orkesturútsetingini.

12/7/17

Jólagreat 7. des.


Dagsins lúka í Jólagreat er 'A Holiday Song' hjá kaliforniska bólkinum Starflyer 59. Handan bólkin stendur sangskrivarin, tónleikarin og sangarin Jason Martin, ið øll árini hevur verið drívmegin og einasti afturvendandi limur. Afturat sær hevur hann havt eina skiftandi røð av tónleikarum.

Jason Martin er ein sera gávaður sangskrivari við góðum oyra fyri melodiøsiteti og spennandi ljóðmyndum. Fyrstu seks útgávurnar hjá bólkinum eru sannar perlur, og onkur teirra kann gott kallast meistaraverk. Tríggjar tær fyrstu eru shoegaze klassikarar og tríggjar tær næstu eru indiepopp/alternativt klassikarar.

'A Holiday Song' kann skiljast bæði jólaliga og gerandisliga. Hetta endurspeglast m.a. í teirri sannroynd, at sangurin er við á Tooth & Nail/BEC Records jólasavnsfløguni Happy Christmas frá 1998. Men hann er eisini við á SF59 plátuni The Fashion Focus frá sama ári, har hann eitur 'The Holiday Song (Happy Holiday)'. Hetta er ein av teimum bestu plátunum hjá bólkinum. Veruliga framúrskarandi.

Teksturin er ikki so yvirdrivið jólaligur, men upptøkan byrjar við bjølluljóði, ið koyrir í bakgrundini í sanginum. Tað er nokkso jólaligt, men tað er eisini ein tilsiping til Phil Spector og "wall of sound" og til Brian Wilson og Beach Boys (SF59 plátan Leave Here A Stranger var miksað í mono sum ein heilsan til Pet Sounds, ið sum kunnugt er mýtologiska Kalifornia fest á plátu). Jól kunnu eisini vera so mangt.

You don't have to go
spend the holidays

12/6/17

Jólagreat 6. des.


Tað munnu vera tey fægstu, ið seta skotska dream pop bólkin Cocteau Twins í samband við jólatónleik. Í 80'unum og 90'unum eyðmerktu tey seg við eini røð av virdum plátuútgávum sum Head over Heels (1983), Treasure (1984), Blue Bell Knoll (1987) og Heaven or Las Vegas (1990).
Útgivnar á somuleiðis virda og etstetiskt gjøgnumførda indie plátufelagnum 4AD.

Tess meira stuttligt er tað, at Cocteau Twins í 1993 lótu jólastakplátuna Snow úr hondum. Á henni eru tvinnir jólaklassikarar, nevniliga 'Winter Wonderland' og 'Frosty The Snowman'. Onkursvegna ganga hugløgini upp í eina hægri eind - tað dreymakenda er eitt sindur kavakent kanska - og Cocteau Twins skulu sjálvandi hava eina lúku í Jólagreat!


12/5/17

Jólagreat 5. des.


Í 1968 gjørdist útgavan Switched-on Bach, har Wendy Carlos tulkar Bach kompositiónir við Moog synthesizara, ein óvæntaður bestseljari. Tað er áhugavert, at Moog synthesizarin brádliga gjørdist eitt slíkt meginstreyms ljóðføri, tí bert fá ár frammanundan vóru synthesizarar og elektroniskir klangir at kalla ókendir innan populertónleik. Áður hoyrdist slíkt einamest innan avantgarde og eksperimentaltónleik, hóast okkurt hissini undantak var.

Nú var ein marknaður fyri synthesizer tónleiki, og fleiri royndu at gera Carlos kynstrið eftir. Carlos kom við uppfylgjaranum The Well-Tempered Synthesizer, og onnur komu við plátum sum Switched On Bacharach, Switched-on RockSwitched-On Country, Switched-On Santa, Switched-On Gershwin, Moog Power og Music to Moog By. Toymið handan útgávuna Switched-on Rock taldi teir tríggjar Norman Dolph (framleiðari), Alan Foust (arrangør) og Kenny Ascher (Moog synthesizara). Teir nevndu seg The Moog Machine, og umframt Switched-on Rock framleiddu teir eisini eina Moog jólaplátu, nevnd Christmas Becomes Electric (1969).

Útgávan er einamest eitt stuttligt kuriosum, tí hon sameinir Moog synthesizertónleik og jólatónleik. Tó so, tað er rættiliga ymiskt hvussu tílíkar "novelty" plátur eydnast, og her má sigast at Christmas Becomes Electric telist millum tær frægu. Vert er at hava í huga, at Moog synthesizarin var monofonur, tvs. hann spældi bert eina stemmu í senn. Tað hevur tí tikið sera langa tíð at innspæla og leggja alt til rættis. Kitsjuta permumyndin er heldur ikki at kimsa at: ein røð av einglum savnast rundanum ein Moog synthesizer. Hvat tá? Moog jól eru eisini jól. Tvinni løg eru viðfest niðanfyri.

Sí meira um Wendy Carlos her
Sí meira um The Tornados og Joe Meek her.



12/4/17

Jólagreat 4. des.


Fyrradagin áttu Stax og Booker T & The MG's innivist í tónleikaliga jólakalendaranum, og í dag eiga Motown og The Funk Brothers tørn.

Meðan Stax umboðaði rátt og spartanskt suðurstatssoul, umboðaði Motown norðuri í Detroit soul við meira "sofistikeraðum" útsetingum og orkestreringum. Hetta hevur í hvussu so er verið generella fatanin. Ein ítøkilig og generaliserandi útlegging av hesum kundi verið: "Stax = blásarar og Motown = strúkarar".

Har Stax m.a. hevði Booker T & The MG's sum húsorkestur, hevði Motown eitt kollektiv av tónleikarum, ið gingu undir heitinum The Funk Brothers. Avgerðandi munurin var, at Booker T & The MG's vóru eitt navn í sjálvum sær, meðan tónleikararnir í The Funk Brothers vóru anonymir heilt frá byrjanini í 1959 og inntil fyrst í 70'unum. Tað var ikki fyrrenn í 1971, at Motown fór undir at kreditera tónleikarar á plátuhúsum. Fyrsta plátan við tónleikaracredits var What's Going On hjá Marvin Gaye.

Eitt jólalag, ið seinni er krediterað til sjálvar The Funk Brothers, er niðanfyristandandi instrumentala tulkingin av 'Winter Wonderland'. Lagið finst nú á døgum á ymsum Motown jólasavnsplátum, eitt nú A Classic Motown Christmas frá 2014. Motown so líkt er tað upprunaliga útgivið undir meira dulnevndum umstøðum. Í øllum førum tykist tað ógjørligt at finna útav hvør spælir á tí, og útgávuárið er somuleiðis ivasamt. Sumt bendir á 1965, men helst er tað nýggjari. Sí annars meira um søguna hjá The Funk Brothers í heimildarfilminum Standing In The Shadows of Motown frá 2002.

Hvussu enn er og ikki; The Funk Brothers við 'Winter Wonderland'. Hóast vit lítið og einki vita um søguna handan lagið, er ljódligi samleikin eyðsýndur. Hetta er Motown jól!

12/3/17

Jólagreat 3. des.


Í dag er 1. sunnudagur í advent, og dagsins sangur er við mæta sangtónaskaldinum og multi-instrumentalistinum Sufjan Stevens. Stevens hevur sjáldsom evni at nerta hjartastreingir. Pláturnar við egnum løgum eru ofta bergtakandi góðar. Sum eg segði í mínum skoðsmáli av Carrie & Lowell í Ársins Plátur 2015:

"Kanska ársins mest lívsjáttandi pláta, og hon er fødd úr sorg og deyða. Ótrúligt. Sufjan er ein knassi, og tá hann setur øll segl til, er ikki at standa fyri. Eldru pláturnar hava onkuntíð verið nokkso konseptuellar, og alt gott um tað. Hendan er tó djúpt persónlig og rakar teg so lúkst í "the feels", so segði hann. Væl avmáld javnvág millum akkustiskt fingraspæl og sigandi synthesizerleik. Gekk nógvar túrar í vár við hesi útgávuni í oyrabúffunum. Her er ikki nakar veikur liður í ketuni."

Umframt at gera sterkar útgávur við ikki-høgtíðartengdum tónleiki, hevur Stevens eisini sett sítt týðandi klípi í tann jólatónleikaliga varðan. Í 2006 kom bokssettið Songs for Christmas, ið tók samanum fimm jóla EP'ir, ið hann lat úr hondum tey fimm undanfarnu árini. Og í 2012 kom Silver & Gold bokssettið, ið somuleiðis tók samanum jóla EP'ir frá undanfarnu árunum.

Á hesum útgávunum megnar Sufjan at sameina hitt siðbundna og hitt nýhugsandi, og tað verður framt við integriteti og dýpd. Hetta er jólatónleikur sum á grundleggjandi hátt kennist feskur uttan at veitra farvæl til siðvenjuna. Eg havi her valt hin avbera vakra sálmin 'Come Thou Fount of Every Blessing', upprunaliga eftir prestin og sálmaskaldið Robert Robertson, ið festi orðini á blað í 1757.

Eg veit ikki um hetta er ein jólasálmur burturav, men í hondum Sufjans verður hann tað. Eg veit heldur ikki um nógvar aðrar sálmar, har sipað verður til "Ebenezer" í tekstinum:

Here I raise my Ebenezer
Hither by thy help I come

Í Føroyum er Ebenezer ein samkoma í miðbýnum í Havn. Um sjálvt orðið "Ebenezer" er at siga, at tað kemur fyri tvinnar ferðir í 1. Samuelsbók í Gamla Testamenti. 'Come Thou Fount of Every Blessing' sipar til hendingina í 7. kapitli vers 12: Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: "Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!" Eben-Ezer merkir "hjálparsteinur" á hebraiskum. Also ein steinur, ið verður reistur, tá komið er hálva leið, ella har á leið.

Stikk den.

12/2/17

Jólagreat 2. des.

Dagsins tónlistaliga jólakalendaralúka er við Booker T & The MG's!

Booker T & The MG's er kulasti soul backing bólkur í verðini. Orgul og klaverleikarin Booker T. Jones legði navn til. Afturat sær hevði hann Steve Cropper á gittar, Donald "Duck" Dunn á gittar og Al Jackson Jr. á trummur. Ein kvartett í serflokki. Eitt skifti vóru teir húsorkestur á navnframa soulplátufelagnum Stax Records, og teir innspældu eisini plátur í egnum navni. Teirra sound gjørdist grundarsteinur í "southern soul" og "Memphis soul".

Í 1966 kom Booker T & The MG's jólaplátan In The Christmas Spirit á Stax Records. Eg havi tokka til hesa útgávuna, tí hon ljóðar 110% av Booker T & The MGs - rátt og spartanskt suðurstatssoul uttan dikkedar - og 100% sum ein jólapláta. Hissini jingle bells eru komnar uppí, men annars hugna menn sær við at jamma groovy jólaløg. Við teirri eyðkendu Booker T & The MG's instrumenteringini. Herligt!

Annars ein nokkso jólalig anekdota: í samband við henda partin av Jólagreat fór eg í plátuhyllina eftir míni In The Christmas Spirit LP, og brádliga stóð debutplátan Green Onions (1962, í endurútgávu frá 1966) við síðunar av. Tað burdi als ikki verið nakað forgjørt í hesum, tí eg keypti hana jú í Hamburg í 2013. Men í 2014 fluttu vit heim til Føroya, og tá eg í februar 2016 byrjaði at pakka plátusavnið út og seta tað upp undir nýggjari lon, var Green Onions horvin.

Eg leitaði og leitaði og var farin at halda at LP'in var burturmist for good. Tvs. inntil í gjár, tá hon brádliga stóð har við síðunar av In The Christmas Spirit. Kanska er hon bara smokkað burturímillum. Ella kanska hevur ein jólavættur verið uppá spæl? Eg havi einki ímóti teirri seinnu frágreiðingini. LP'ina av In The Christmas Spirit fann eg annars í eini plátubúð í París í 2015. Hon hevur fylgt okkum trúliga síðani!

12/1/17

Jólagreat 1. des.

Tað er við jólatónleiki sum við øðrum tónleiki: sumt er gott, sumt stinkar. Komandi 24 dagarnar fari eg at posta jólatónleik, ið fellir í fyrru flokkingina. Ein tónleikajólakalendara sum er relativt stinkfríur. Havi givið honum heitið "Jólagreat", tí sjálvandi.

Vit byrja í tí deprimeraða lagnum. Deprimerandi jólasangir eru ofta best, haldi eg. Low eru ein trio úr Duluth í Minnesota. Tey gera dempaðan, seinan, introvertan, minimalistiskan tónleik, ið hevur tað við at nerta tína sál og lyfta teg upp uttan at tú varnast. Eg var einaferð á konsert hjá Low í einari gamlari kirkju (Union Chapel) í London. Tað var ein fantastiska deprimerandi og upplyftandi konsert. Júst um hesa tíðina, á vetri í 2001. 16 ár síðani.

Low góvu eina frálíka jóla EP út í 1999, men tað er ikki hana eg posti her. Heldur er tað eitt nýggjari lag, ið tey góvu út fyri akkurát einum ári síðani, 1. des. 2016. Tað eitur 'Some hearts (at Christmas Time)', og tað sigur tað sum sigast skal:

Some hearts find peace
A sort of release
Not found beneath
A Christmas tree

Some hearts are lost
They're tempest tossed
Born on their knees
They lost what they need

Some hearts will break at Christmastime
Some hearts are made too whole, too fine

Some hearts will break at Christmastime
Our hearts are made too whole, too fine