Steve Reich 80 ár

Í dag fyllir amerikanska tónaskaldið Steve Reich 80 ár. Ellivu ferðir havi eg bloggað um hann síðani hesin bloggurin byrjaði í 2009 (tólv ferðir um vit telja aktuella bloggin við). Tað er relativt ofta, og gevur honum plasering í topp fimm yvir mest umrøddu tónleikanøvn á Heilabrim:

1. Kraftwerk (17 ferðir)
2. Bob Dylan (16 ferðir)
3. U2 (16 ferðir)
4. Radiohead (11 ferðir)
5. Steve Reich (11 ferðir)
(Steve Reich og Radiohead deilast sostatt um 5. plássið, og tað gevur meining, tí tey bæði nøvnini hava verið felags um eina útgávu).

So er spurningurin hví eg havi bloggað so ofta um Steve Reich? Tað eru longu sjey ár síðani at ein vinmaður og lestrarfelagi á tónleikavísindi gjørdi meg varhugan við fantastiska hugtakandi verkið Music For 18 Musicians. Hetta var á heysti í 2009, og vit gingu á 3. lestrarhálvu á bachelorinum. Um tað mundið var eg nógv upptikin av sambondum millum populertónleik og nýggjari kompositiónstónleik, t.e. tónsetingarlist (eri fyri sovítt upptikin av tí enn). Hevði tá skrivað eina uppgávu um sambondini millum Kraftwerk (sí nr. 1 omanfyri) og Karlheinz Stockhausen (ikki í topp 5, men kortini bloggaður um 6 ferðir, so heilt eiðasørt er tað ikki), og tað var bara okkurt við Music For 18 Musicians, ið bergtók.
Music For 18 Musicians í upprunaútgávu á ECM (1978).
Steve Reich verður sæddur sum ein av amerikansku tónlistarligu minimalistunum í 20. øld. Hinir eru La Monte Young, Terry Riley og Philip Glass. Fýra sera ymisk tónaskøld, ið kortini eru vorðin flokkaði undir sama heiti. Amerikonsku minimalistarnir brutu frá atonalu evropeisku serialismuni, ið Stockhausen og aðrir arbeiddu við aftaná kríggið. Har evropeiska tónsetingarlistin royndi at sleppa sær úr tonala haftinum, royndu minimalistarnir at stýra aftur á beint onkursvegna. Tó í teirra egnu minimalistisku útlegging av tonaliteti (í roynd og veru hevur sumt av tónleikinum hjá Philip Glass og Steve Reich minst líka nógv maximalistisk sum minimalistisk eyðkenni, men tað er eitt annað kjak). Reich lýsir væl støðuna í hesum sitatinum:

“Stockhausen, Berio and Boulez were portraying in very honest terms what it was like to pick up the pieces of a bombed-out continent after World War II. But for some Americans in 1948 or 1958 or 1968 – in the real context of tail-fins, Chuck Berry and millions of burgers sold – to pretend that instead we’re really going to have the dark-brown angst of Vienna is a lie, a musical lie.”

Í Music For 18 Musicians verður klassisk instrumentering nýtt til at framføra meditativan og flótandi tónleik, ið er tonalt funderaður og byggir á rútmiska repetitión. Millum eyðkennini eru konsonantir harmoniir, stabilur pulsur og endurtøka av einstøkum frasum/motivum/figurum. Tað er okkurt við hesum verkinum, ið røkkur langt útum klassisku konserthøllina, og tað hevur eyðkenni í felag við eitt nú nýggjari elektroniskan dansitónleik sum techno og house. Eysturlendskur tónleikur frá t.d. India, har tíð og teleologisk framgongd ofta hava ein øðrvísi týdning enn í vesturheiminum, renna einum eisini í huga.
Music For 18 Musicians í endurútgávu á plátufelagnum Nonesuch (1998) sum í næstum útgevur Confessions hjá Teiti Lassen og Nico Muhly.
Tað fyrsta eg kom at kenna MF18M var endurinnspælingin á plátufelagnum Nonesuch frá 1998. Tó kemst ikki uttanum fruminnspælingina við Steve Reich and Musicians, ið var útgivin á plátufelagnum ECM í 1978. Hevði tað frægd at hoyra verkið framført live longu í juni 2010, tá ensemblið Reumert & Friends framførdu tað á Athelas New Music Festival í Keypmannahavn. Hetta var fyrstu ferð at verkið var framført í Danmark. Í 2013 var tað framført av ensemblinum Ekkozone á Roskilde Festival. Fekk ikki verið har, men tað frættist at framførslan var ein stór suksé. Tí trúgvi eg væl.

Eftir at hava gravað meg niður í MF18M, var tað skjótt at eg kastaði meg yvir onnur verk hjá Reich. Serliga tey, ið komu áðrenn, og fyri ein part tey, ið komu aftaná. Í 60'unum arbeiddi Reich við tape music, tape loops og phasing teknikki. Hugskotið kom eftir at hann hevði  uppdagað og dyrkað tónleik hjá einum øðrum minimalisti, nevniliga Terry Riley (bloggaður um tvinnar ferðir, hevur uppiborið fleiri bloggar!)

Reich var við til at frumframføra In C hjá Terry Riley, og heintaði sær íblástur hagani til síni egnu verk. In C er eyðkent av einstøkum frasum ella motivum, ið vera framførd so líðandi og skapa eina flótandi og elastiska heild. Har Riley var meira fríur og hippie kendur í síni tilgongd var Reich miðvíst metodiskur, og legði seg strangliga eftir at menna eina konseptuella líðandi tilgongd, ið skuldi hoyrast aftur í tónleikinum. Tað sigst, at Riley seinni angraði at hann ikki sjálvur hevði gagnnýtt hetta potentiali, tá hann hevði møguleikan.
Early Works tekur samanum fyrstu eksperimenterandi árini.
Líðandi tilgongdin hjá Reich úrslitaði fyrst í tvinnum hugtakandi band verkum: It's Gonna Rain (1965) og Come Out (1966). Reich uppdagaði phasing teknikkin av tilvild, tá hann arbeiddi við band loopum. Hann legði merki til hvussu tvey identisk bond, ið vóru spæld um somu tíð á tveimum ymiskum bandupptakarum so líðandi fluttu seg út av fasu við hvørt annað, tí annar bandspælarin mól eitt lítið sindur skjótari enn hin. Hetta førdi við sær eina effekt, har semantiski týdningurin í upptøkunum so líðandi var skiftur út við ein meira klangligt grundaðan týdning.

Henda phasing teknikk flutti Reich síðani yvir á hondspæld ljóðføri. Fyrst á tvey klaver við hugtakandi verkinum Piano Phase (1967), og seinni yvir á onnur ljóðføri sosum violin (Violin Phase, 1968) og percussion (Drumming, 1971). Í manifestinum Music As A Gradual Process frá 1968 greiðir Reich nærri frá síni phasing tilgongd. Music For 18 Musicians var í grundini eitt brot við tað strangu og hoyrbaru "phasing" tilgongdina, ið eyðkendi undanfarnu verkini. Um sama mundið kom hitt somuleiðis hugtakandi Music For Mallet Instruments, Voices and Organ, ið minnir rættiliga nógv um MF18M.
Different Trains (1988).
Í 1980'unum tók Steve Reich sín jødiska uppruna upp til viðgerðar í verkum sum Tehilim (1981) og Different Trains (1988). Serliga tað seinna verkið er hugtakandi. Eg bloggaði um verkið í 2010, og loyvi mær at endurtaka: "Hetta at taka vokalin og separera hann frá semantiska týdninginum minnir meg eitt sindur um Different Trains hjá amerikanska Steve Reich. Verkið er frá 1988, skrivað fyri strúkarakvartett og band/tape og í trimum pørtum:

America-Before the War (movement 1)
Europe-During the War (movement 2)
After the War (movement 3)

Reich var smádrongur undir 2. veraldarbardaga, og tá plagdi hann at ferðast við toki millum New York og Los Angeles, tí foreldrini vóru fráskild, og búðu í hvør sínum býi. Reich er av jødiskari ætt, og seinni fór hann at hugsa um at um hann hevði búð í Europa heldur enn USA hesi árini, so hevði hann kanska ferðast í Holocaust tokum, tvs. tokum, ið koyrdu jødiskar fangar til týningarlegur.

Í verkinum nýtir Reich samrøður við fólk, ið tosa um tað at koyra í toki. Í fyrsta parti um tað at koyra í toki í USA áðrenn kríggið, í næsta um at koyra í toki í Evropa undir krígnum, og síðani um at koyra í toki aftaná kríggið. Eitt áhugavert við hesum er, at Reich nýtir tosandi røddirnar sum grundarlag fyri melodiskum tilfari. Tá vit tosa vanligt eru tónar í røddum okkara, og arbeiðir Reich við hesum í verkinum. Hóast tok og tokferðir, USA/Evropa og ræðusøgan um kríggið og Holocaust er "bakgrundsteppi" fyri verkið, so snýr ítøkiliga nýtslan av tosandi røddunum seg fyrst og fremst um teirra fonetiska virði, og síðani um teirra semantiska virði."

Different Trains var framført av Kronos Quartet, og á somu útgávu finnur ein hitt vakra verkið Electric Counterpoint fyri elektriskan gittar. Tað er framført av Pat Metheny. Jonny Greenwood úr Radiohead gjørdi eina áhugaverda tulking av verkinum á útgávuni, ið eg leinkjaði til omanfyri. Sostatt eru vit komin aftur til byrjanina.

Tað eru sjey ár síðani eg kom at kenna tónleikin hjá Steve Reich, og í dag fyllir maðurin 80. Nógv av tí sum hann hevur gjørt ber tó brá av eini elastiskari tíðarfatan, og eitt verk sum Music For 18 Musicians er av sonnum tíðarleyst! Tillukku við degnum.

Her er ein kronologiskur playlisti við nøkrum av tí besta hjá Steve Reich:

Comments