Sirkus Bio: Krautrock Kvöld

Síðan mai mánaða hava Sirkus Bio sýningar verið annan hvønn týsdag í Sirkus. Sirkus Bio byrjaði upprunaliga stutt eftir at staðið opnaði, men datt niðurfyri fyri nøkrum árum síðani. Nú er átakið í gongd av nýggjum, við serligum denti á tónleikafilm, t.e. heimildarfilmar, ið snúgva seg um tónleik og tónleikarák. Sýningarnar eru ókeypis og poppkornið er ókeypis. Higartil í ár hava seks sýningar verið:

12/05: Beautiful Noise (Green, 2014)
26/05: Neil Young Journeys (Demme, 2010)
16/06: Marley (Macdonald, 2012)
30/06: Dub Echoes (Natal, 2008)
21/07: Paris is Burning (Livingston, 1990)
04/08: Man Ooman (Rosforth, 2008)

Marley, Dub Echoes og Man Ooman vóru sýndir undir einum Jamaika tema. Týskvöldið 18. aug. kl 20 flyta vit sjóneykuna frá Jamaika yvir til Týsklands, tá Sirkus Bio verður karmur um onki minni enn eina krautrock dupultsýning við filmi og konsert:
 

KRAUTROCK - THE REBIRTH OF GERMANY (2009)
BBC heimildarfilmurin Krautrock - The Rebirth of Germany hyggur nærri at radikala ættarliðnum, ið fór undir at smíða ein nýggjan týskan samleika seinast í 60’unum og fyrst í 70’unum. Aftaná kríggið hekk ein skomm uppi við hesum at vera týskari, og umrødda ættarlið vaks tí upp í einum mentanarligum tómrúmi. Av tí sama høvdu tey ein serstakan møguleika at endurføða sín samleika, og hetta hoyrdist aftur í eitt nú nýskapandi og slóðbrótandi tónleiki.

Í filminum hitta vit tónleikarar úr bólkum sum Neu!, Kraftwerk, Can, Tangerine Dream, Faust og Cluster. Tónleikurin hjá teimum rakk útum skuggan frá døpru fortíðini, og gjørdist eitt alternativ til anglosentriska rákið úr USA og Stóra Bretlandi. Hetta forðaði tó ikki ensku pressuni í at lýsa tónleikin undir niðrandi samheitinum “krautrock”. Alt hetta verður nærri viðgjørt í filminum, ið sjálvandi eisini fevnir um tónleikabrot frá umrøddu nøvnum. Filmurin er 1 tíma til longdar og á enskum (uttan undirtekstir).


Brot úr filminum, har tosað verður við Edgar Froese úr Tangerine Dream:


KRAFTWERK LIVE ROCKPALAST (1970)
Aftaná filmin sýna vit forkunnuga s/h Kraftwerk konsert, ið var send í týsku tónleikasendingini Rockpalast á sinni. Konsertin er filmað í Soest í Týsklandi veturin 1970, og talan er sostatt um elstu varðveittu konsertupptøku við Kraftwerk. Frá teirri tíðini, tá limirnir enn høvdu langt hár, og gjørdu abstraktan tónleik við íblástri frá sýrurokki og free jazzi. Áðrenn - so segði hann - slipsini.

Á konsertini framførir bólkurin sum trio: Ralf Hütter á tangentum, Florian Schneider-Esleben á floytu og vibes, og trummuleikarin Klaus Dinger, ið seinni stovnaði Neu! saman við Michael Rother, á trummum. Konsertin veitir eina løtumynd av frælslynta huglagnum millum ungdómar tá, og er eisini ein frálík tónleikauppliving í sjálvum sær. Konsertupptøkan er 48 minuttir til longdar.

Undan sýningini bjóði eg vælkomin. Tað er valla ov nógv sagt, at eg havi eitt serligt forhold til henda tónleikin. Niðanfyri er eitt krautrock sett, ið eg diskaði í Sirkus í August 2010. Tracklisti fæst við at klikkja á leinkjuna. Longu fimm ár síðani:


Comments