Rockdrongur ella poppdiva? - um kynsleiklutir í populertónleiki

Foto: Michael Buckner/Getty Images.
(Greinin stóð á prenti í 'Mentan' í Sosialinum t. 20. februar 2015).

“FEMINIST”. Tá Beyoncé framførdi til MTV Music Video Awards í august 2014, stóð hetta orðið brádliga upplýst aftanfyri hana við lýsandi, stórum stavum. Sambært Huffington Post var varpanin av hendingini til milliónir av sjónvarpshyggjarum hin mest ósvikaliga poppmentanarliga staðfestingin av, at feminisma er komin fyri at vera.


Talan var ikki bert um eitt slagorð í eini sjónvarpsframførslu, tí Beyoncé hevur í ymiskum samanhangi lýst sína egnu feministisku veking. Á plátuni BEYONCÉ (2013) tematiserar hon feministiska grundarlagið við m.a. at sampla brot úr talu hjá nigerianska rithøvundanum og feminismu forsprákaranum Chimamanda Ngozi Adichie.

Tað er gamaní ymiskt hvussu feministar taka ímóti boðskapinum hjá Beyoncé. Hjúnarlagið millum hana og rapparan Jay-Z er integreraður partur av hennara almennu persona, og í 2013 fór hon á konsertferð undir heitinum “The Mrs. Carter Show World Tour”. Carter er eftirnavnið, ið hon hevur tikið eftir húsbondan, og summi vilja verða við at slíkt er í andsøgn við rætta feminismu. Sostatt er ivasamt hvørt Beyoncé er áhugað í at passa inn í ideellu ímyndina av einum feministi. Tó er signalvirðið ikki til at taka feil av: feminisma hevur týdning, eisini í meginstreymsins poppmentan.

Kvinnuligir autørar
Í januar 2015 lat íslendska songkvinnan Björk sína níggjundu plátu úr hondum. Vulnicura er produserað av Björk og venezuelska prodúsaranum Arca. Tá fyrstu tíðindaskrivini komu út, vóru miðlar skjótir at endurgeva, at Arca hevði produserað plátuna einsamallur.

Tónleikasíðan Pitchfork.com hevði 21. januar samrøðu við Björk. Í samrøðuni umrøða Björk og journalisturin Jessica Hopper m.a. afturvendandi fyribrigdið, har mannligir tónleikarar og prodúsarar aloftast fara avstað við viðurkenningini. Sipað verður eitt nú til songkvinnuna Joni Mitchell, ið á sinni tók til, at so skjótt eitt mannfólk var við henni í upptøkuhølinum, so fekk hann viðurkenningina fyri hennara flogvit. Staðfest verður í samrøðuni, at heimurin hevur ein trupulleika við kvinnuligum autørum, t.e. kvinnur, ið hava ræðið á teirra egna sjálvstøðuga listarliga úttrykki.

Björk gevur til kennar, at hon hevur í mong ár havt ampa av hesum, hóast hon eitt skifti ikki vildi tosa um tað. Í samrøðuni dregur hon parallellir til Kanye West: tá West ger eina plátu savnar hann nakrar av heimsins bestu beatmakers at gera beats fyri seg. Tó er ikki hugsingur um at seta spurning við hansara upphav (authorship). Til samanberingar brúkti Björk heili trý ár uppá at gera sær beats til plátuna Vespertine frá 2001. Til endans av upptøkutíðini kom duoin Matmos í upptøkuhølið at innspæla percussion í tvær vikur. Teir báðir í Matmos hava síðani fingið viðurkenning víða hvar fyri at hava gjørt alla plátuna sum hon er. Hetta er heilt einfalt lygn. Men hví er tað so?
Talgildi húsin til Björk: Vulnicura (One Little Indian, 2015)
Rock ummæli og kynsleiklutir
Fleiri orsøkir munnu vera til, at stereotypiskar kynsfatanir gera seg galdandi í populertónleiki. Ein avgerðandi orsøk er mátin sum kyn og kynsleiklutir hava verið ítalusett í rock og popp ummælum í 20. øld.

Í antologiini Pop Music And The Press (red. Steve Jones, 2002) hevur amerikanski journalisturin og professarin Kembrew McCleod greinina 'Between Rock and a Hard Place: Gender and Rock Criticism'. McCleod ger vart við, at yrkið sum rock ummælari hevur verið stýrt av mannfólkum frá byrjan. Greinir og ummæli um populertónleik eru tískil sum oftast skrivað úr maskulinum evnissjónarhornum, og rock’n’roll er mangan vorið fatað sum verandi samsvarandi við maskulinitet.

Enski tónleikafrøðingurin Sara Cohen vísir í The Cambridge Companion to Pop and Rock (2001) á, at ávikavist poppur og rockur eru tætt knýtt at kyni, og siðir innan atburð hjá ávikavist konufólki og mannfólki. Tendensurin hevur verið at seta rock í samband við positivar maskulinar dygdir, meðan poppur hinvegin hevur fingið skolur fyri negativ feminin eyðkenni. Í árunum kring ár 2000 sást tó eitt skifti í dikotomiini millum rock og popp tónleik, og tað gjørdist meira í lagi at dáma popp tónleik og ummæla hann positivt.

Rockisma
Amerikanski journalisturin og tónleikaummælarin Kelefa Sanneh skrivaði í 2004 eina nógv umrødda grein í The New York Times við heitinum 'The Rap Against Rockism'. Í greinini ger hann vart við kjak millum tónleikaummælarar um hugtakið “rockismu”.

Rockisma er við Sanneh’sa orðum at idolisera tí autentisku gomlu sagnhetjuna (t.d. Bob Dylan og Bruce Springsteen) ella undirgrundshetjuna, og samstundis halda nýggjastu poppstjørnuna fyri gjøldur; at gera nógvan háva burturúr punk, og halda lítið um disco; at elska live framførsluna og hata videolagið; at lovsyngja hinum skramblutta og skrólandi framføraranum, og hata tey, ið lip-synca afturvið playback. Ein “rockistur” elskar sostatt ikki bert rock’n’roll og tess autentisku hetjur, men reduserar eisini rock’n’roll til ein klisjufyltan karikatur, ið verður nýttur sum vápn móti popp tónleiki.

Við tíðini er hesin hugburðurin stirðnaður inn í eitt slag av sjálvsøgdum “sunnum fornufti”, har tað er í lagi at halda, at rock bólkar innspæla klassiskar plátur, meðan poppstjørnur bert gera “guilty pleasure” stakløg. Ein rockistur knarrar tískil um, at tónleikur í dag er tann beri yvirfladiski poppur, og minnist í sama viðfangi aftur á gamlar dagar, tá hittlistarnir vóru á tremur við fólki, ið “høvdu okkurt á hjarta” og veruliga meintu tað. Eisini hóast teir dagarnir ongantíð vóru til.

Hvítir menn móti hinum
Rockisma er sostatt tengd at fatanum av tí autentiska, og teirri hugsan, ið sigur, at rockur er onkursvegna meira “ektaður” og autentiskur enn poppur. Tó eru eisini nakrar greiðar kynsligar og etniskar dimensiónir í rockismuni. Sanneh peikar á hvussu rockisma er skyld við eldri og meira útbreiddar fordómar, og at tað neyvan kann verða av tilvild, at rockistisk ónøgd sum oftast snýr seg um at seta hvítar, heteroseksuellar menn upp ímóti restini av verðini. Ónøgdin er sum oftast vend móti popp stjørnum, disco diva’um, lip-syncharum o.ø., og peikar sostatt aftur á anti-disco bakslátturin, ið tók seg upp síðst í 70’unum. Rákið náddi einum hæddarpunkti tá túsundavís av discoplátum vóru brendar í Comiskey Park í Chicago í 1979 undir slagorðinum “Disco sucks!”

Eins og anti-disco viðhaldsmenn vóru í øðini inn á disco rákið fyri kvartari øld síðan, m.a. tí at tað hevði tætt sambond við svarta og samkynda mentan, eru nútíðar ummælarar í øðini inn á eina verð, ið er vónleyst spilt av einari fávitskutari hipp hopp yvirflóð. Tá verða gomlu rock hetjurnar drignar fram sum dømi um eina meira høviska tilgongd, sum jú er paradoksalt og ikki serliga rock’n’roll.
Sanneh rundar av við at undirstrika, at tað er lættari at gremja seg um rockismu enn at sleppa av við hana. Tað ber bókstaviliga ikki til at berjast ímóti rockismu, tí alt málbrúkið kring rættvíst stríð er sjálvt málið í rockismuni. Tíðin er tó komin til at halda uppat at halda, at allir seriøsir rock sangir fara at varða í allar ævir, og at glinsuttir popp sangir av sær sjálvum eru at fata sum einnýtislutir.
"Disco Demolition Night", Comiskey Park, Chigaco 1979. Foto: Diane Alexander White.
"Popptimisma"
Í greinini 'The Perils of Poptimism' (2006) í tíðarritinum Slate Magazine skrivar journalisturin Jody Rosen eitt framhald av greinini hjá Sanneh. Han ger vart við, at “rockisma” sum so ikki er nakað nýtt, og at hugtakið í roynd og veru kann brúkast sum karmur um, hvussu hugskot um smakk og autenticitet hava ávirkað skriving og tankar um tónleik gjøgnum árini. Øll, ið hava roynt at greina millum høgt og lágt, list og skrambul, hitt fólka-autentiska mótvegis tí syntetiskt-massaframleidda, hava á sín hátt verið “erka-rockistar”.

Rosen kunngerð síðani nýggja hugtakið “poptimism”. Hugtakið vendir gomlu hugsanunum á høvdið. Fyri ein “poptimist” eru popp framleiðarar líka týdningarmiklir sum rock autørar, og áðurnevnda Beyoncé hevur líka nógva seriøsa viðgerð uppibornað sum Bruce Springsteen. At tilskriva skomm til popp njótingina er fyri popptimistin ein skammilig ger í sjálvum sær.
Rosen peikar á, at henda gongdin ikki er komin óvæntað: hvørt nýtt ættarlið av ummælarum kemur inn og rættar uppá óhógvið hjá teim undanfarnu, og í nýggjari tíð er popp tónleikurin vorðin domineraður av ljódliga uppfinnsamum hipp hopp og dance tónleiki, meðan kommersiella megin og mentanarliga ávirkanin frá rock tónleikinum er minkað.

Ein boðskap til ungar gentur
Í áðurnevndu samrøðu kemur Björk við einum boðskapi: “Eg ynski at stuðla ungum gentum sum eru í 20’unum og siga teimum: tað er ikki bara nakað sum tit ímynda tykkum. Tað er hart. Alt sum ein drongur sigur eina ferð, mást tú siga fimm ferðir. Gentur í dag standa eisini yvir fyri ymiskum trupulleikum. Eg eri sek í einum: eftir at hava verið tann einasta gentan í tónleikabólkum í 10 ár, lærdi eg – uppá tann harða mátan – at um eg skuldi hava míni hugskot í gjøgnum, so mátti eg lata sum um at teir – mennirnir – høvdu fingið hugskotini.” Víðari vísir hon á, at tað snýr seg nógv um hvat fólk síggja á pallinum: eina kvinnu, ið syngur og menn, ið spæla uppá ljóðføri. Tó sigur hetta einki um hvør arbeiðsgongdin hevur verið handan leiktjøldini, og enn minni um hvør er upphavsfólk til listarligu hugsjónina, ið drívir verkið.

Nú eitt kvøldið vóru Grammy Awards í USA. Sangarin og sangskrivarin Beck vann “Album of the year” fyri plátuna Morning Phase. Áðurnevndi Kanye West var skjótur úti við síni ónøgd um at Beyoncé ikki vann. Tað tók ikki langa tíð til greinir sóust á netinum, har tað m.a. var ført fram, at Beck hevði meira uppiborið at vinna tí at hann “skrivar sínar egnu sangir” og “spælir uppá fleiri ljóðføri” enn Beyoncé. Her spøkir tann gamla rockistiska hugsanin aftur. Hvør rætti vinnarin er í einum miðla- og ídnaðarshowi sum Grammy Awards er ilt at siga, men tað slepst ikki uttanum, at plátan hjá Beyoncé verður mett at vera hennara besta higartil, og er at fata sum eitt multimedialt meistaraverk innan modernaðan popp tónleik. So kann tað gera tað sama hvussu nógvir samstarvsfelagar hava verið inniyvir framleiðsluni handan leiktjøldini. Beyoncé er ein framskygd listakvinna, og feminisma er komin fyri at vera.
Greinin sum hon sá út á prenti.

Comments