U2: Songs of Innocence - ummæli á føroyskum

U2: Songs of Innocence (2014).
Hesin bloggurin var stovnaður í februar 2009, og millum fystu blogg postar, ið eg legði út, var ummælið av No Line On The Horizon, tólvtu plátuni hjá U2.

Jepp. Tað er 5 1/2 ár síðani U2 góvu plátu út seinast, og 5 1/2 ár síðani hesin bloggurin var stovnaður. Eg stovnaði hann sum eitt alternativt útlát til míni tónleikaligu tankastrok, eygleiðingar, og nørdingarevni, eftir at Rokkstovan var tikin av skrá í januar 2009.
Tá bloggurin var stovnaður og No Line On The Horizon kom út, høvdu vit búð í Keypmannahavn í eitt sindur meir enn eitt hálvt ár. Nú Songs of Innocence er útkomin talgilt (fysiska útgávan kemur um miðjan oktober) standa vit á gáttini til eitt nýtt kapittul, og fara at flyta úr aftur Keypmannahavn fyrsta dagin. Soleiðis er.

---

Áðrenn vit fara í holt við plátuna og einstøku sangirnar, fara vit líka at spola tíðina aftur við einum lítlum hugarensli. Í fororðinum til bókina Bono on Bono - conversations with Micka Assayas (2006) lýsir høvundurin Micka Assays hví hann fall fyri U2 afturi í 80'unum:

"What I loved about U2's music is that it had a sort of inspired clumsiness to it. They'd be daring in an unrealistic way - that was the utopian and retro part of it - but, at the same time, quite aware of their limits in a very realistic way, and determined to make the best of it by producing the biggest and most visceral noise - that was the punk and contemporary part of it. They were too unhip for the hip, and, for a while, too challenging for the unhip. They were entering a wide empty continent, still unpopulated - that long white frozen steppe you'd see them riding horses on in the 'New Year's Day' video. Lots of people would eventually follow them and colonize that wide open space, but in those days it felt lonely and bleak; you weren't really sure you wouldn't be left stranded and forgotten about, stuck there with those clueless Irish people and feeling silly about yourself."

Tað fyrsta ítøkiliga eg minnist til U2, er at eg sum 11 ára gamal plagdi at hyggja eftir MTV, har videoløgini til 'With or without you' og 'The Fly' koyrdu í konstantari rotatión. Tvs. at Achtung Baby var akkurát útkomin um tað mundið.

Tað stuttliga við hesum er at tað gekk rúm tíð áðrenn eg fann útav at sangarin við hestahala, kovboyvesti og kassagittara á baki í 'With or without you' videoini, faktiskt var tann sami sum leðurklæddi, sólbrillu-spirrivippurin sum gekk og mól og spældi býtt í 'The Fly' videoini. Og at bólkurin eisini var tann sami, og at talan faktiskt var um løg frá einum og sama bólki. Minnist at eg knappliga ein dagin gjørdi hesa ótilvitaðu kobblingina í heilanum, og hevði eitt lítið "a-ha" upplivilsi. Eitt ella annað stað haldi eg at hetta hevur imponerað meg; at tað var gjørligt at framføra tveir so ymiskar leiklutir, at finna og útinna tvey so sannførandi ymisk tónlistarlig úttrykk. Tað kann vera ein av frágreiðingunum til at eg so líðandi gjørdist fjeppari.
Still úr 'With Or Without You' video'ini.
Still úr 'The Fly' video'ini.
Gjørdist ikki ordiliga full-on fjeppari fyrrenn í 1997. Tað var Pop plátan, ið var avgerandi faktorurin. Hon kom út í mars tað árið, og í januar mánaði kom 'Discoteque' staklagið út. Tann videoin var eisini tráspæld á MTV. Sama við 'Barrel of a gun' hjá Depeche Mode. Tá var eg 16 ár. Plagdi at sita uppi um næturnar og hyggja eftir MTV. Hetta var í teimum døgunum, tá MTV framvegis sendi nógvan og nýggjan tónleik.

Aftaná Pop leitaði eg aftur eftir til Achtung Baby og Zooropa. Tvs. tað vóru tey ironisku, glitrandi neon 90'ini hjá U2, ið fyrst fangaðu áhugan. Síðani var leita aftur til 80'ini, og, at síggja til, meira álvarsomu versjónina av U2; The Joshua Tree og alt tað. Best of 1980-1990 kom út í '99 ella har á leið, og gav eitt yvirlit. Síðani fekk eg eisini greiðu á fyrstu útgávunum, har U2 fáast við post punk sum okkurt slag av bjartskygdum Joy Division (ber tað til?), og skjótt vóru allar pláturnar (og nokkso fitt av stakplátum) fingnar í hús. Tó at tað tók eini 2-3 ár at savna alt.

Við All That You Can't Leave Behind frá 2000 løgdu U2 aftur á annan bógv, og leitaðu inn aftur til tað, ið teir fingust við í 80'unum. Eitt sindur av back to basics, men eisini ein leitan. Sama við How To Dismantle An Atomic Bomb (2004) og áðurnevndu No Line On The Horizon (2009). Eingir djúpir tallerkar enduruppfunnir, nokkso MOR (middle of the road) orienterað, men altíð við tí góða sanginum í eygsjón. Og altíð við einum ynski um at fáa boðskapin so víða um sum gjørligt.

Hetta leiðir meg aftur til Assays sitatið omanfyri, og hansara útsøgn um "the inspired clumsiness" hjá U2, tí hóast hann skrivar um 80'ini, so er lítið broytt. U2 hava ongantíð verið "cool". Jú, teir vóru fyribils kul í 90'unum, tá Achtung Baby kom út og so í nøkur ár aftaná tað. Men áðrenn og aftaná hava teir verið ókul. So tá ummælarar lata illa at tí sum U2 fáast við, er vert at hava í huga, at tað er einki nýtt í tí (ikki tí, aðrir ummælarar eru, ið lata væl at). Og tá tínir vinir dissa teg fyri at dáma nakað so óhipt sum U2, so minst til at ei heldur er nakað nýtt í tí (ikki tí, tú hevur eisini vinir, ið dáma at tær dámar U2...vóni eg...annars mást tú finna tær nýggjar vinir).

Hvussu enn er og ikki, so fær tónleikurin hjá U2 flutt meg á eitt stað, ið eingin annar tónleikur fær. Tí lurti eg framvegis,  tí fái eg framvegis íblástur úr teirra tónleiki, og tí gerist eg alspentur, tá nýggj U2 pláta er úti.

---
Songs of Innocence hevur verið leingi ávegis. 5 1/2 ár er longsta gloppið millum tvær U2 útgávur nakrantíð. Tað ironiska er at beint eftir at No Line.. var útkomin í 2009, byrjaði Bono at tosa um at teir longu høvdu ein uppfylgjara kláran. Hendan skuldi eita Songs of Ascension, og ætlanin var at hon skuldi koma út innan árið var runnið, og at hon skuldi innihalda meditativar sangir við pílagrímsferð sum tema. Okkurt í den dur. Hon var tó útsett og útsett, og so útsett nakrar ferðir afturat. Brádliga vóru vit í 2014, uttan at nøkur nýggj U2 pláta var komin.

Tíðindi hava verið um at U2 hava havt trupult við at gera eina plátu lidna. Eitt tíðarskeið ljóðaði at teir høvdu tríggjar ymiskar verkætlanir í umbúna. Teir hava eisini verið úti alment, ella Bono í hvussu so er, og viðmerkt um teir yvirhøvur hava relevans longur. Relevansur kemur ikki av sær sjálvum, og eg havi eisini hugsað mítt. Tað er ikki nakað sjálvsagt í hesum at halda áfram við tónleikinum. Tað er nakað tú arbeiðir teg fram ímóti allatíðina.  

Fyri bert einari viku síðani var eingin nýggj U2 pláta í eygsjón. Í fjør heyst var eittans nýtt lag við á soundtrackinum til filmin Mandela: Long Walk To Freedom, og í vár var lagið 'Invisible'  útgivið talgilt til vælgerandi endamál (RED). Annars einki. Ikki eitt kis.

Hvussu enn er og ikki, so byrjaðu onkrar leysasøgur at ganga fyri nøkrum vikum síðani, ið snúðu seg um at U2 fóru at hava okkurt at gera við stóru Apple framløguna fyrst í septembur. Einki var tó játtað nakrastaðni, og søgurnar vóru somikið spjaddar, at ein loyvdi sær ikki at vóna nakað sum helst. Ikki fyrrenn New York Times hevði søguna nakrar fáar dagar áðrenn. Tá fekk ein tankan. Eg túnaði inn á live stroymingina av Apple framløguni, og jú, hon endaði mín sann við at hann sjálvur Tim Cook snakkaði um tónleik, og um U2. U2 og Apple hava eina langa søgu, og tað eru longu 10 ár síðan at U2 og Steve Jobs, sáli, framløgdu hin serliga U2 iPoddin og 'Vertigo' var nýttur í eini Apple lýsing.

Og so spældu teir knappliga live. Ein spildurnýggjan sang, ið æt 'The Miracle (of Joey Ramone)'. Hann byrjaði við ótilætlaðum mikrofon feedback, og tað helt eg var nokkso stuttligt. Kundi kanska tulkast sum eitt lítið lýti í teirri annars so streymlinjaðu Apple maskinuni. Aftaná framførsluna høvdu Tim Cook og Bono eina awkward samrøðu, har tað var avdúka at nýggja U2 plátan Songs of Innocence fór altso at koma út NÚ. Beint nú. Eg klikti meg innar á iTunes, og jú, hon var har, og eg fekk heinta plátuna niður á telduna. Úr leysari luft, uttan nakað. Hon verður liggjandi ókeypis inntil 13. oktober. Hevur ein ikki longu fingið hana niður á telduna, so tað er bara at smekka til.

Summi eru ónøgd við útgávumetoduna, tvs. at plátan bara verður løgd inn á "Purchased" listan hjá øllum iTunes brúkarum í heiminum (500 mill. í 119 ymiskum londum). At plátan bara soleiðis leggur seg inn á títt iTunes kann kanska samanberast við ein virus, tí tað er jú hetta, ið virussar gerast. Teir spyrja ikki fyrst. Men eg veit ikki. Tíðirnar broytast, ikki minst innan tónleikaídnaðin, og eg haldi tað er áhugavert at ymiskir tónleikarar royna at troyta nýggjar rásir tá tað kemur til útgávu. Tímir ein ikki at hava nýggja U2 plátu á telefonini, telduni ella teldlinum, so er bara at strika hana.

Songs of Innocence er produsera av Danger Mouse, meðan Paul Epworth, Ryan Tedder, Declan Gaffney, og Flood eisini hava givið síni ískoyti. Húsin sipar til vinyl, og myndar eina LP, kanska ein test pressing, ið er farin avstað áðrenn prentingar? Talgildur bóklingur fylgir eisini við talgilda eintakinum av plátuni. Í honum finnur ein tekstir, hugleiðingar, credits og myndir. Alt er skriva við maskin, og tað peikar sostatt eisini aftur á okkurt gamalt og taktilt. Stuttligt og dupult at gera slíkt í einum reint talgildum høpi.

Í 2009 gjørdi eg "track-by-track" gjøgnumgongd av No Line On The Horizon, og nú farið eg at gera tað sama við Songs of Innocence. Ger so væl!
Húsin til staklagið 'The Miracle (of Joey Ramone)'
'The Miracle (of Joey Ramone)'
Leggur væl frá landi við fangandi kórmelodii, lekkrum groovi og skitnum píkatráðsgittara. Í bóklinginum, ið fylgir við útgávuni hevur Bono skrivað eitt "stream of consciousness" essay, har hann vitjar gamlar gøtur. Somu gøtur, ið síggjast aftur í sangunum. Tað er persónligt, afturlítandi og rørandi. Hesin sangurin er ein tribute til Joey Ramone úr The Ramones, hvørs rødd var við til at geva Bono rødd. U2 limirnir vóru blaðungir á The Ramones konsert í Dublin, og hetta kveikti teir. Tá Joey Ramone lá til tað síðsta lurtaði hann eftir 'In A Little While' hjá U2, so eyðsýnt er at sambandið teirra millum hevur eina langa og persónliga søgu. "I was young, not dumb, just wishing to be blinded, by you, brand new, and we were pilgrims on our way". Feitt dur skifti í niðurlagnum í mun til versið.

'Every Breaking Wave'
Tá Bono kunngjørdi eina potentiella Songs of Ascension afturi í 2009 var 'Every Breaking Wave' sagdur at vera fyrsta staklagið, men tann plátan kom sum kunnugt ongantíð. Í 2010 vóru vit nøkur á U2 konsert í Helsinki í Finlandi. Tá var 'Every Breaking Wave' frumframførdur í eini róligari útgávu, har bert Edge og Bono vóru við. Tað var vakurt tá, og tað er tað eisini nú. Henda versiónin hevur meira kjøt á, og niðurlagið er eisini øðrvísi. Ein klassisk U2 akkord rundgongd koyrir gjøgnum alt lagið, og so verður skift í dynamikki. Ekkó av 'With Or Without You' o.m.ø. "I thought I heard the captain's voice, but it's hard to listen while you preach" syngur Bono við sjálvsinnliti. Mær dámar væl hvussu gittarin hjá The Edge gevur vokalmelodiinum mótspæl í niðurlagnum.

'California (There Is No End To Love)'
U2 leita heimeftir á nýggju útgávuni. Sangir um heimstaðin, um barndómsárini í Dublin, um ungdóm og tannáringalótir, um fyrsta kærleikan, og um sorg og trega. Men eisini um útferðir. Hesin sangurin snýr seg um Kalifornia. Kalifornia er ímynd av "the west". Longur sleppur tú ikki vestureftir. Ein kirkjuklokka hómast í byrjanini, og henni á baki kemur intro'in sum ein eitt sindur syntetiskt (uppá tann feita mátan) ljómandi heilsan til 'Barbara Ann' hjá Beach Boys. Kalifornia og vesturstrondin er ímyndin av frælsi, sólskini, morgunroða og markloysi. "There is no end to grief, that's how I know, and why I need to know that there is no end to love". Amen. Lagið er annars popput og FM útvarpssligt. Lekkur synthur í bakgrundini. Góð gittarsolo.

'Song for Someone'
Hesin byrjar róliga við kassagittara, og veksur síðani organiskt. Haldi at Bono hevur skrivað hann til konuna, so hóast niðurlagið "this is a song for someone" kann tykjast ambiguøst og generelt, so er tað neyvan soleiðis. Bono í reflekterandi hýri, og tað klæðir honum væl. Mær dámar, aftur her, væl synthin í bakgrundini. Hann ljóðar sum onkur gamal analogur 80'ara synthur. Tað man verða Danger Mouse, ið hevur lagt lag á. Eisini ein góð solo her. "...and I'm a long way from your hill of Calvary, and I'm a long way from where I was and where I need to be". Hetta at vera burturstaddur og leingjast heim. Hvar tað so enn er.

'Iris (Hold Me Close)'
Ein biografisk umstøða í søguni hjá U2 er at tvinnir limir í bólkinum mistu mammuna á ungum árum (Bono og trummuleikarin Larry Mullen Jr.) Bono misti mammuna sum 14 ára gamal, og tað hevur eyðmerkt hann og tekstirnar líka síðani. Eg misti mammu mína sum 16 ára gamal, og havi tískil altíð havt serligan tokka til júst henda afturvendandi tekstliga tráðin. Iris var navnið á mammu Bono. Hon small um til jarðarferðina hjá pápa sínum, og doyði nakrar dagar seinni. "The ache, in my heart, is so much a part of who I am". Løgið hvussu fráveran av onkrum kann merkja ein so djúpt. Á How To Dismantle An Atomic Bomb var hin sera góði 'Sometimes You Can't Make It On Your Own', ið Bono sang til jarðarferðina hjá pápa sínum. Tá var pápi hansara kortsíðani deyður. Øðrvísi er við mammuni, ið fór fyri fjøruti árum síðani. Onkuntíð er missurin tó líka nýggjur sum fyrsta dagin.

'Volcano'
Eg segði omanfyri at U2 í fyrstu árunum fingust við sína versión av post punk, og á hesum lagnum er tað sum um at teir vitja teir klangirnar aftur. Bassurin hjá Adam Clayton kemur í forgrundina, og tað riggar væl. Feitt lag. Sindur frekt. Nú eru vit komin í helvt. Gittarin í niðurlagnum er miksaður for út í vinstru síðu og hann er hart frá. Ikki bara sindur frekt, men ordiliga. Mær líkar. Onkur surf elementir eru eisini. "Volcano, something in you wants to blow". Hetta er kul. Knappliga kemur eitt kór inn í C-stykkinum, og lagið fer onkrastaðni. Flótandi røddir og stingandi gittarar, og so aftur í niðurlagið. Dámligt.

'Raised by Wolves'
Hildið verður áfram á sama orkustøði. Hesin leitar aftur til bumbuatsókn í Dublin í 1974. "Thirty three good people cut down". Óunniligt og meistarliga sett í orð og tónar. Bono lýsir ymiskar smálutir frá hendingini. Hann sá ikki bumbubrestin, men ein vinmaður hansara var har, og var sálarliga særdur fyri lívið. Hesin vinmaðurin gjørdist seinni heroinmisnýtari, og Bono syngur um hann í 'Bad' av The Unforgettable Fire (1984). Vinmaðurin kom tó fyri seg aftur, og Bono viðmerkir í bóklinginum at hann er ein av hansara hetjum. Hetta er sostatt ein av mongu djúpu og persónligu fláunum, ið eru til viðgerðar á hesi plátuni.

'Cedarwood Road'
Apropos gamlar gøtur, so eitur hesin sangurin eftir gøtuni, har Bono búði og vaks upp. Onkrir av vinmonnunum búðu har. Guggi og Gavin Friday t.d. Teir eru partur av U2 mýtologiini. Í bóklinginum skrivar Bono um familjuna hjá Guggi, the Rowans, at tey vóru sum ein ættflokkur (tribe) úr Gamla Testamenti. Har var skriftin granska og tikin í aldargomlum álvara. Eitt feitt og klassiskt rock riff, og eitt groovy niðurlag, ið peikar aftur á soul og r'n'b siðvenjuna. Danger Mouse eigur æruna, giti eg. "North side, just across the river, to the south side, that's a long way here". Gott lag. Fyrri helmingur av plátuni var meira útvarpsstílaður, men her á seinna helmingi er meira frekleiki komin í. Hetta lagið veksur í dramatikki. Trivið verður aftur í riffið frá byrjanini við stórslignum kóri í bakgrundini, og Bono syngur "a heart that is broken is a heart that is open".

'Sleep Like A Baby Tonight'
Fyrr í ár las eg eina samrøðu við Bono, har hann nevndi at teir um dagarnar lurtaðu eftir tí, ið teir lurtaðu eftir tá teir vóru ungir, nevniliga Kraftwerk og The Clash. Gleddi meg at hoyra Kraftwerk tilsipingar á eini nýggjari U2 plátu, og tær eru at finna her. Pulserandi synthurin í byrjanini sipar til Kraftwerk. Haldi bestemt tað er lagið 'Hall of Mirrors' av Trans Europe Express, ið rennur mær í hug. Óansæð, so er hetta ein heilt øgiliga góður sangur. Millum teir bestu. Hann vaggar avstað sum ein flótandi ballada, men har býr eitt myrkur undir tí heila. Teksturin kundi verið um ein (katólskan?) prest, ið svevur sum eitt barn, óvitandi um teir ræðuleikar, ið hann og/ella onnur fremja á alljósum degi. Revsandi. Bono trívir í kuldasjálvtaelvandi falsettina, ið hann mangan gjørdi sær dælt av í 90'unum: "Hope is where the door is, when the church is where the war is, where no one can feel no one else's pain". Álvarsamt. Gittarin hjá The Edge er skitin og stingandi. Ræðuliga gott og enn ein góð solo.

'This Is Where You Can Reach Me Now'
Hesin er ognaður Joe Strummer úr The Clash. Eins og The Ramones vóru The Clash ein bólkur, ið tendraðu ein neista í teimum fýra limunum í U2. "Soldier, soldier, we signed our lives away, complete surrender, the only weapon we know". The Clash og Strummer birtu sosiala medvitið hjá U2, og sigast kann at teir hava ikki slept tí síðani. Gott lag hetta. Ein farri av The Clash og eitt følv av ska reggae, uttan at tað koppar yvir. Ein sovorin Theremin líknandi synthur liggur í bakgrundini í støðum. Tað riggar væl. Ein góður kontrapunktiskur gittarmelodiur gevur vokalmelodiinum í niðurlagnum mótspæl (hatta hevði eg neyvan funnið uppá at skrivað fyri 5 1/2 ári síðani). Eitt atmosferiskt "breakdown" er í C-stykkinum. Sterkur sangur. 

'The Troubles'
Endalagið miklað. Ein huglagsríkur sangur við sveimandi strúkarum, lekkrum groovi og góðum bygnaði. Svenska Lykke Li syngur við á lagnum. "The Troubles" er vanliga eitt heiti fyri etno-nationalistisku trupulleikarnar í Norðurírlandi, men Bono snýtir og sipar ístaðin til innaru trupuleikarnar, ið vit øll berjast við. Lykke og Bono klinga ómetaliga væl saman. 'You think it's easier, to put your finger on the troubles, when the trouble is you". Sangurin veksur spakliga og gittararnir koma inn. Wah gittari frá The Edge (kærkomin!). Ein væl avmáld solo. Stórfingið og tó so einfalt. Best sum vit eru komin í hæddirnar, fade'ar sangurin út og endar. Einki hóvasták, og so er hon liðug, trettanda U2 plátan. 

Góð er hon.

Comments