Curtis Mayfield (1942-1999)

Nakrar kular soul/funk plátur komu út í 70'unum. Millum tær allar kulastu telist Super Fly (1972) hjá Curtis Mayfield. Plátan er soundtrack til blaxploitation filmin av sama navni. Guy Parks Jnr. filmstjórnaði. Ron O'Neil leikar høvuðsleiklutin sum svarti kokain dealarin Youngblood Priest, ið roynir at sleppa sær burturúr drøgg ídnaðinum. Filmurin er so sum so (sá hann á TV1000 einaferð), men soundtrackið er fantastiskt!

Curtis syngur ótrúliga feitt, skrivar feit løg og alt er superbt produserað og arrangerað. Løgini svinga sum ber ólukkan. Filmurin er ambivalentur viðvíkjandi drøgg og ghetto lívsstílinum, men Curtis er púra greiður í sínum kritikki, og tekstirnir snúgva seg um fátækradømi og rúsevnismisnýtslu. Og sum sagt; tað svingar. Sum ber ólukkan.

Ikki so nógv møsn afturat, bara nøkur feit løg av plátuni:

"Pusherman" við útvarps intro frá Curtis:


Fyrst 2 min við pimp dialogi, og síðani "Pusherman". Eitt sindur skjótari útgáva av sanginum:


Eitt hitt av Super Fly plátuni; "Freddie's Dead" - ivist onga løtu í at Lenny Krawitz hevur lurtað heilt fitt eftir Curtis. Tjekka t.d vokalin:


Heitislagið "Superfly":


Friður verið við minninum um Curtis Mayfield. May he funk in piece!

Comments

  1. Superfly er genialur sangur! Lurtaði eftir honum so seint sum í seinastu viku. Stuttligt.

    ReplyDelete

Post a Comment